Ein skøva fløga – ein kastibóltur

 

Svarið, sum landsstýrismaðurin er komin við, er tað sama svarið vit hava hoyrt í fleiri ár. Vit eru greið yvir, at arbeiðið er drúgt, men tað merkir ikki, at tað ikki skal gerast.

Sí svarið við at trýsta á her!

Føroyska rossið er í eini kreppu. Føroyar eru eitt ríkt land og hava ráð at leggja pening av til kreppustøður. Hetta sóu vit týðiliga í koronafarsóttini, har onki var óført. Nú hava vit brúk fyri, at vit ikki blíva við at snakka um, hvussu drúgt arbeiðið er, men heldur byrja at gera arbeiðið, sum skal til. Í 2018 fingu vit at vita, at um rætta játtanin til endamálið varð givin Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, kundi man vænta, at arbeiðið tók áleið tvey ár.

Í árunum fram til 2018 var talið av nýggjum fylum um árið støðugt vaksandi, og í 2018 fingu vit 13 fyl, sum er tað hægsta nakrantíð. Síðan tá, er talið minkað nógv, og í fjør komu einans tvey fyl. Høvdu vit í 2018 verið tryggjað, at útflutningsmálið varð tikið í álvara og klárt í 2020, kundu vit havt hildið fram við somu gongd, sum undanfarnu ár, og høvdu í dag verið komin upp um fleiri enn 100 ross. Ístaðin er stovnurin minkaður frá 95 rossum í 2018 niður á 86 ross í dag.

Hvat ítøkiliga skal til? Hvussu tá drúgt arbeiði? - nógv arbeiðir eru jú drúgv, men tey verða gjørd!

Hetta er ikki nóg gott.

 
Jóna Ólavsdóttir