Nú er vón

 

Drottur og Mira á beiti.

Á FM1 í gjár hoyrdu vit Høgna Hoydal, landsstýrismann í Uttanríkis- og Vinnumálum, greiða frá støðuni hjá føroyska rossinum. Vit vilja takka Høgna og FM1 fyri innslagið.

Hoyr innslagið við at trýsta á her!

Tað er hugaligt at hoyra landsstýrismannin greiða frá, at hann ætlar at leggja orku í føroysku rossini og fáa uppgávuna framda. Felagið undrast tó á, at Høgni einki segði um Greðingamiðstøðina á Búnaðarstovuni ella skrásetingarskipanina Føroya Fongur.

Føroysk ryssa og greðingur.

Ross í Føroyum eru fevnd av skrásetingarskipanum sum lúka ES krøv

Eitt rossapass hjá íslendskum rossi, ið er flutt inn til Føroyar.

Øll íslendsku rossini eru fevnd av WorldFengi (www.worldfengur.com), sum lýkir ES krøv, og íslendsk ross kunnu fáa rossapass og verða flutt um allan heimin. Meirilutin av íslendska rossastovninum er í EU og vegna ítróttakappingar eru fleiri ross uttanlands, ið javnan ferðast um landamørkini innan EU. Føroyskt Íslandsrossafelag umsitur Worldfengur í Føroyum. Fleiri føroyskt ald íslendsk ross sleppa ikki av landinum fyri at luttaka í ítróttakappingum uttanlands vegna væntandi lóggávur í Føroyum, hóast skrásetingarskipanin og rossapassini eru klár.

Við at fremja neyðugu lógarverkini, stuðla vit ikki einans menningina av føroyska rossinum, men eisini menninga av føroyskum ítróttarfólki innan ríðing, ið ynskja at luttaka við sínum føroyskt aldu íslendsku rossum uttanlands.

WorldFengur er ein hágóðsku skrásetingarskipan.

Føroya Fongur

Øll føroysku rossini eru skrásett í Føroya Fongi, ið er bygdur á WorldFengur, og tískil er Føroya Fongur eisini klárur at virka altjóða og lúka ES krøvum. Rossapass til føroysk ross eru klár at prenta út. Føroyska rossið er harafturímóti ikki góðkent rossaslag vegna væntandi lóggávur í Føroyum. So skjótt vit føroyingar fáa í lag egnar lóggávur, kunnu vit søkja um UELN nummar til rossini og byrja at menna stovnin. Føroya Fongur er klárur at søkja sjálvvirkandi eftir UELN nummari til hvørt einstaka ross.

Ein hágóðsku skipan

Øll føroysku rossini, sum verða skrásett í Føroya Fongi skulu lúka ávís krøv. Tey skulu verða DNA kannaði og merkt við erflís (microchip). Einans ross, sum eru skrásett í Føroya Fongi verða góðkend, sum reinald føroysk ross.

Við tíðini savnast ein rúgva av upplýsingum og hagtølum, ið kann brúkast til gransking og vísindalig endamál.

Við at menna føroyska rossið menna vit okkum sjálvi.

 
Jóna Ólavsdóttir