Føroyska rossið
Ross hava verið í Føroyum alt tað, fólk vita um at siga. Avbyrgda støðan í Norðuratlantshavi gjørdi, at rossið lagaði seg eftir viðurskiftunum. Bara tey ross, sum toldu veðurlagið, yvirlivdu, og føroyingar fingu eitt rossaslag, um var sterkt, harðført og fótafimt.
Fleiri søguligar keldur nevna føroyska rossið. Bæði Lucas Debes, Jens Christian Svabo, James Wright og Jørgen Landt umrøða føroyska rossið í sínum lýsingum av Føroyum og siga, hvussu óført tað er til styrki. Rossið gekk úti í haganum allan veturin. Farið varð í hagan eftir rossinum at reiða tøð, torv og tara. Í hoyna vóru aftur boð eftir rossinum, og riðið varð eisini millum bygdir á rossum. Bert tey “fínu” høvdu ráð til saðil. Bæði fram-og halafaksið bleiv skorið, ella klipt, til gerð av kota-knappum og til at spinna faksareip ella faksabond, sum vórðu nýtt til t.d. lesning. Tá rossi at enda, útslitið doyði, var húðin brúkt til húðaskógvar. Men føroyingar ótu ikki rossakjøt.
ÚTFLUTTU ROSS Í 19. ØLD
Fyrst í 19. øld vóru um 800 ross í Føroyum, men seinna helming av øldini vórðu nógv føroysk ross útflutt. Bretar keyptu tey bestu rossini til arbeiðsross í kolanámum og nøkur til ríðingarross hjá ríkmannabørnum. Tá fólk í 1880’unum fóru at brúka plógv og vogn, hildu tey, at føroyska rossið var ikki nóg sterkt til at draga hesi tungu útlendsku amboðini. Havast skal í huga, at mong sterk ross longu tá vóru farin av landinum.
Umrøtt varð nú, hvat gerast skuldi, og tvídráttur tók seg upp. Nøkur hildu, at skjótast og best var at innflyta sterkari útlendsk ross úr t.d. Noregi at blanda við tey føroysku, meðan onnur ráddu til miðvíst at seta við undan teimum frægastu føroysku rossunum og avmarka útflutningin, tí hóast hetta fór at taka longri tíð, var tað tryggari, hildu tey.
Úrslitið av tvídráttinum gjørdist, at fleiri stórir greðingar komu úr Noregi, mest Fjord-hestar, men eisini nakrir Døle-hestar. Blandingsrossini, sum spurdust burturúr, vóru størri og sterkari enn føroyska rossið, men toldu ikki eins væl og upprunaligu rossini føroyska veturin og doyðu tí ofta úti um várarnar. Tá ríðiíttróttin seinni tók seg upp, gramdu fólk seg um, at blandingsrossini vóru ov hørð at ríða á, og loyvi varð tí givið at innflyta íslandsross.
Carl Johan Beck, sum kom heimaftur til Føroya at vera djóralækni í 1918 og virkaði her í næstan 40 ár, hevur greitt frá, hvussu sterk, turr og góð bein og hógvar føroysku rossini høvdu. Tey fyrstu mongu árini viðgjørdi hann bara eitt ross fyri beinsjúku. Tað var ein hestur, sum var blivin lamin eftir at hava skorið seg av líggja.
FLESTU ROSSINI Í VÁGUM
Ógvusliga blandingin við norsk og íslendsk ross gjørdi, at fólk flest hildu einki vera eftir av føroyska rossaslagnum, tá 1950’ini komu. Men rossið fanst. Allar sýslur uttan Vága sýsla samtyktu fyri mongum árum síðan á grannastevnum, at rossini skuldu takast inn um veturin. Úrslitið av hesum varð, at um veturin sluppu fólk í øllum sýslum uttan Vága sýslu sær av við tey ross, tey ikki høvdu brúk fyri. Eftir vóru tí bert arbeiðs- ella ríðingarross, sum í flestu førum vóru blandingsross ella íslendsk.
Í Vágum gingu rossini úti alt árið heilt til 1980’ini. Sera nógv ross vóru í Vágum, tí fólk høvdu ross, hóast tey ikki høvdu so nógv brúk fyri teimum. Í kavaódnum kundu stórir rossaflotar koma oman móti gørðunum. Av tí, at bara ein góðkendur greðingur í senn hevði loyvi at ganga úti, var tað ikki so løgið, at leitast skuldi eftir møguligum leivdum av føroyska rossinum júst í Vágum.
BARA FÝRA UPPRUNAROSS
Hoyr nærri um, hvussu føroyski rossastovnurin var nærum útdeyður, men øktist frá 13 rossum, til tann rossastovnin vit hava í dag.