Altjóða dagurin fyri lívfrøðiligt margfeldi
“World Biodiversity Day”, ið er altjóða dagurin fyri lívfrøðiligt margfeldi, er ein dagur í árinum, sum Sameindu Tjóðirnar hava samtykt skal verða dagurin, har man í altjóða høpi varpar ljós á trupulleikar viðvíkjandi lívfrøðiliga margfeldinum.
Sameindu tjóðirnar hava gjørt nakrar ásetingar, ið skulu stuðla undir varðveitsluna av lívfrøðiligum margfeldi og somuleiðis fremja tiltøk ið basa teimum hóttanum, sum orsaka týning av hesum.
Føroyar hava bundið seg til altjóða ásetingar um varðveitslu av lívfrøðiliga margfeldinum, og somuleiðis til tær norðurlendsku ásetingarnar um varðveitslu av gomlum húsdjórasløgum.
Føroyska rossið er við at doyggja út. Felagið Føroysk Ross metir ikki, at landsins myndugleikar gera nóg mikið við støðuna.
Eins og Eivør Pálsdóttir syngur í sanginum Í tokuni, “Rópi men eingin svarar”, á sama hátt kann man ímynda sær rossið verður skumpað til viks og niðurraðfest. Rossið hevur bert eina framtíð, um landsins myndugleikar loyva tí. Tað eru einans landsins myndugleikar, sum kunnu seta tey neyðugu tiltøkini í verk, ið skulu til fyri at varðveita føroyska rossið.
Leggja vit í lívfrøðiligt margfeldi? Leggja vit í at halda tær avtalur vit gera? Leggja vit í at taka eitt tak saman við hinum? Um ja, so er eingin umbering longur at niðurraðfesta rossið, tí vit hava ikki stundir til tess. Rossið stendur á eggini, og annaðhvørt leiða vit tað í tryggleika nú, ella lata vit tað detta oman. Eitt er vist - vit fáa tað ikki upp aftur. Og tá tað er farið, so er tað farið.
Føroya landbúnaðarráðgevi skrivar í 1903
Mads Winther Lützen, sum var landbúnaðarráðgevi í Føroyum í mong ár, skrivaði í Búnaðarblaðnum í 1903, at “hetta útlendska kríatúrslagið (ross) er ikki vant við tey livikor, sum bjóðast teimum. Tey hava ilt við at venjast við staðið, veðurlagið og alt hetta nýggja, sum bjóðast teimum, og oftast, fyri ikki at siga altíð, koma fleiri vansar at vísa seg við innflyting av einum slagi, enn ein av fyrstin tíð trýr, og nógv dýrari er hesin mátin eisini. Flest øll lond hava við byrjan av sínum arbeiði fyri bøting av teimum ymsu kríatúrsløgunum brúkt hendan mátan at føra inn útlendsk blóð, men flest alla staðnis eru teir gingnir burtur frá hesum mátanum og tikið hond í sítt egna heimliga slag, eftir at teir hava kostað nógvan pening, og havt nógv tap av arbeiðinum við tí útlendska slagnum.
..
Tað hevur víst seg at fyldeyðin hevur verið stórur millum hettar slagi (útlendsk og blandingsross). Ryssurnar av hesum blandaða slaginum hava flest allar tann stóra feil, at kasta fyl síni burtur væl hálvgingnar, og hartil tola blandingsrossini ikki okkara veðurlag so væl sum tey føroysku rossini, men eru rak um várið."
Les alla greinina við at trýsta á her.
Náttúrubøting við rossum
Í eini aðrari grein, sum er skrivað í 2014 av Rewildning Europe um náttúrubøting við rossum í Evropa, kunnu vit lesa: “Long before humans and horses became companions, wild horses were roaming the European plains in large numbers, shaping conditions for thousands of plants and animal species. In a domestic context this co-evolution of horse and other species continued in a slightly different way, but still existed. However, for the last few decades, this herbivore-related biodiversity is at risk.
..
The tradition of semi-feral breeding of these horse types made sure that wild survival gene variants were kept intact. Predator avoidance, free partner selection, competition between stallions, winter hardiness, rain and ice resistant coats were all preserved. These breeds may even be direct descendants of wild horses carrying few domesticated horse gene variants. Irrespective of the amount of domesticated gene variants, the absence of strong human selection and the presence of natural selection have kept them fit for rewilding. These old breeds, especially when living feral or semi-feral, are therefore an important gene pool for a new wild horse in Europe.” Í greinini verður Føroyska rossið nevnt og metið sum væl egnað til náttúrubøting. Les alla greinina við at trýsta á her.
Tað er ógvuliga umráðandi, at vit geva okkum far um, hvussu stórt virði lívfrøðin hevur. Við lívfrøðini læra vit, hvat skal til, fyri at vit kunnu liva og trívast. Vit læra, hvussu vit skulu fara um okkara náttúru og umhvørvi. Hvørji inntriv vit kunnu gera, og hvørjum vit skulu lata vera við. Ferð eftir ferð vísir tað seg, at náttúran skipar seg sjálva best. Tá vit royna at broyta hana, so fylgja ávísir trupulleikar. Lata vit hana fáa frið, so fellir hon aftur í sína gomlu skipan. Har menniskja dugir sær hógv, har trívist og blómar náttúran. Har náttúran trívist og blómar - har trívast menniskju.
Alt lív er treytað av náttúruni og hennara margfeldi. Verið tað seg á landi ella sjógvi.
Um allan heim er tað landbúnaðurin, ið hevur ment samfelagið. Landbúnaður er grundaður á náttúruna, og hóast landbúnaður í ávísan mun broytir uppruna náttúruna, so er tað eitt val menniskjan má taka, skal samfelagið mennast. Landbúnaðurin hevur tó til endamáls at verja náttúruna á burðardyggan hátt, tí uttan náttúru og hennara margfeldi er eingin landbúnaður. Burðardygd, margfeldi og djóravælferð í landbúnaðinum eigur at fáa hægstu raðfesting.
Føroyska rossið kom til Føroya við landnámsmonnum. Vegna tær náttúrutreytir, ið settu lívskorini, og tann landbúnaðin, ið menniskja skapti, myndaðist eitt rossaslag, ið varð sum seymað til landið og fólkið. Eitt sunt, róligt og harðbalið rossaslag.
Náttúran og margfeldi eru ymisk kring allan heimin. Treytað av lívskorum mennist alt lív. Plantur, kríatúr og menniskju tillagast á ymiskan hátt kring allan heimin. Hetta er eitt margfeldi, ið á hvør sínum stað hevur sítt ómetaliga virði, og sum á hvør sínum stað setur sínar serstøku treytir fyri trivnaði og samljóði.
Við ríkum margfeldi í heiminum fáa vit eina sterka og mótstøðuføra vistskipan. Vit vita ikki, hvat framtíðin fer at bjóða okkum, men leggja vit dent á lívfrøðiligt margfeldi, so verða lívskorini munandi betur tryggjaði.
Í dag er altjóða dagurin fyri lívfrøðiligt margfeldi. Ein dagur í árinum, har vit skulu geva okkum far um, hvat margfeldi eyðkennir tey ymisku økini, og hvat fyri treytir eru, soleiðis, at vit kunnu trívast og liva í samljóði við náttúruna.
Føroyska rossið er eitt tilfeingi í Føroyum, sum vit skulu læra at gagnnýta, virða og varðveita. Læra vit tað, so eru vit komin á eina slóð, ið leiðir okkum til eina burðadygga framtíð. Okkara føroyska ross hevur ílegur, sum spæla væl saman við tí gróðri, lendi og veðurlagi, vit hava í Føroyum.
Gransking hevur víst á, at rossahald er heilsufremjandi fyri bæði børn og vaksin. Rossahald lærir fólk at taka ábyrgd, kenna samhuga og íkenslu. Rossahald knýtir fólk tættari at náttúruni og tað eggjar fólki at røra seg. Tað økir um sjálvsálitið og sjálvsvirðið hjá tí, ið fæst við rossið. Tað minkar um strongd, eggjar fólki til at verða sosial, stimbrar fólk við menningartarni ella sálarligum avbjóðingum, stimbrar skapandi eginleikarnar, afturat fleiri øðrum kropsligum og sálarligum ágóðum. Harafturat eru ross eitt mattilfeingi, ið vit væl kundu lært okkum at gagnnýtt aftur.
Vit føroyingar hava eitt serligt rossaslag, ið ikki einans hevur virði sum tjóðskaparligur arvur, men sum eisini er avbera róligt, blítt og tolið. Hetta eru júst teir eginleikarnir eitt ross skal hava. Føroyska rossið er tillaga føroyskum viðurskiftum, tað hevur virði fyri landbúnaðin og gróðurin, tað tolir væl veðurlagið í Føroyum, og lendið í Føroyum tolir væl rossið, tað hevur eina stødd, ið ger tað serliga væl egnað til børn, og tað er bíligari í rakstri enn onnur útlendsk ross av størri bygnaði.
Latið okkum gera orð at veruleika og varðveita Føroyska rossið.