Fyl 2019

Kopar saman við mammu síni Freiu. Summari 2019.

Kopar saman við mammu síni Freiu. Summari 2019.

Tað er fátt fittari enn lítil fyl, og í ár blivu 7 føroysk fyl folaði. Tó so 1 av hesum er fallið frá, so gleðast vit um tey 6 fylini, sum komu undan.

Í ár vórðu flestu fylini reyð, men tað, sum varð sera stuttligt í ár, var, at vit fingu fyrsta føroyska fylið við blesi.

Her er ein listi yvir fylini 2019:

Silvitni av Signabøgarði, hestfyl, reyður við blesi, undan Roða úr Hvannasundi og Logn av Signabøgarði. Tað er Signabøgarður, ið hevur alt Silvitni.

Navnleyst (Nn) úr Mykinesi, hestfyl, jarptflekkutur, undan Jalli úr Sandavági og Fenju úr Dímun. Tað er Ronja úr Eyðanstovu, ið hevur alt, og tíðanverri varð so óheppin, at missa hetta fylið aftur.

Mergur úr Mykinesi, hestfyl, reyður, undan Jalli úr Sandavági og Bestlu úr Tórshavn. Tað er Ronja úr Eyðanstovu, ið hevur alt Merg.

Kopar úr Kaldbak, hestfyl, reyður, undan Roða úr Hvannasundi og Freiu úr Kaldbak. Tað er Leif á Bøgarði, ið hevur alt Kopar.

Fagra úr Tórshavn, ryssufyl, brúnflekkut, undan Sleipnir av Argjum og Miru úr Vági. Tað er Erlendur Simonsen, ið hevur alt Føgru.

Navnleyst (Nn) úr Vági, ryssufyl, reyð, undan Sommer úr Vági og Iris úr Gøtu. Tað er Josef Midjord, ið hevur alt hetta fylið.

Navnleyst (Nn) úr Vági, undan Sommer úr Vági og Joséfinu úr Vági. Tað er Josef Midjord, ið hevur alt hetta fylið, og vit kenna ikki til litin ella kynið á fylinum.

3 hestfyl og 2 ryssufyl; spennandi verður at vita, um tað 6 fylið er hestur ella ryssa.

Ein av uppgávunum hjá Felagum Føroysk Ross er, at fara út til fylini fyri at chipmerkja, taka DNA og skráseta. Hetta er eitt stuttligt og gevandi arbeiði, sum er sera umráðandi fyri tann føroyska rossastovnin.

Øll fylini verða skrásett inni á Føroya Fongi, sum er upprunaættartalvan og talgilda skrásetingarskipanin fyri Føroyska Rossið.

Skipanin gevur umvegis alnetið atgongd til ein dátugrunn, sum inniheldur upplýsingar um Føroyska rossaslagið. Har ber til at síggja upplýsingar um uppruna, avkom, aling, litir, flísnummar, myndir og mangt annað.

Øll virkin aliross kunnu søkja um stuðul frá Búnaðarstovuni, og eisini ber til at søkja um stuðul til verkætlanir, í samband við føroysk ross, um áhugi er fyri tí.

Hvussu nógv føroysk fyl koma í 2020 eru vit ikki sikkur í, men hvørtfall eru 6 ryssur, sum vit rokna við eru kvidnar, og 12 ryssur vóru hjá greðingi, so vónandi koma fleiri fyl undan.

IMG_4712.JPG

Saman standa vit sterkari, og saman varðveita vit tað føroyska rossið.

Felagið veitir ókeypis ráðgeving og vegleiðing.

Jóna Ólavsdóttir