Summer of Love 2019

Mika og Meldur 20 juni 2019

Mika og Meldur 20 juni 2019

Í summar hava 12 ryssur verið hjá greðingi, og 6 av teimum meta vit vera kvidnar. Hinar ryssurnar eru ikki kannaðar, og tískil mugu vit bíða spent til næsta summar.

Eftirfarandi ryssur eru kannaðar:

Drottur, saman við Ódn og Brynju 27 juni 2019.

Drottur, saman við Ódn og Brynju 27 juni 2019.

Daniella, sum stóð saman við Prins, er skannað kviðin.

Mika, sum stóð saman við Meldi, er skannað kviðin.

Brim, sum stóð saman við Degi, er skannað kviðin.

Ódn og Brynja, sum stóðu saman við Drotti, eru skannaðar kvidnar.

Teiga, sum stóð saman við Njørði, er ikki skannað, men vit meta hana vera kvidna, tí hon hevur ikki verið á riði aftur.

Síðan hava aðrar ryssur verið hjá greðingi, sum tað ikki hevur ligði fyri at kannað, og fylgja við, um tær eru kvidnar. Hesar eru: Freia, sum stóð saman við Prins. Fenja, sum er í haganum í Mykinesi alt árið saman við greðinginum Jalli. Ryssurnar hjá Jósef í Vági, sum eru í haganum alt árið saman við greðinginum Sommer. Lý, sum stóð saman við Hersa. Tó meta vit ikki, at Lý er kviðin, tí hon hevur verið á riði aftur.

Inni á Føroya Fongi verður tilfar lagt inn á hvørja einstøku ryssu, sum hevur verið hjá greðingi. Har ber til at síggja hvørjum greðingi ryssan var hjá, hvussu leingi, og um hon bleiv kannað fyri at vera kviðin. Enn verður arbeitt við, at leggja tilfar inn á Føroya Fong.

Vit gleða okkum til komandi summar, og vóna at fleiri frísk og fitt fyl verða folaði.



Jóna Ólavsdóttir