NordGen, EVA og Noregsferð
NordGen skipaði fyri verkstovu og skeiði í Oslo.
NordGen - the Nordic Genetic Resource Center - er ein norðurlendskur felagsskapur, sum hevur til endamáls, at varðveita og tryggja burðardygga nýtslu av uppruna norðlendskum plantum, landbúnaðar djórum og skógi í Norðurlondum.
Umboðsfólk frá Felagnum Føroysk Ross, og Búnaðarstovuni, vóru við til tiløkini hjá NordGen í Oslo í novembur. Fyri Felagið Føroysk Ross vóru: forkvinnan í felagnum, Jóna Ólavsdóttir, kassameistarin í felagnum, Signa Kallsoy Joensen og tiltakslimur í felagnum, Joan Hansen. Fyri Búnaðarstovuna var Dorthea Joensen, starvsfólk á Búnaðarstovuni.
Upprunaross í Norðurlondum
Verkstovan var um upprunaross í Norðurlondum, og fleiri feløg luttóku. Felagið Føroysk Ross hevði eina framløgu um felagið og tey føroysku rossini. Vit greiddu frá um rossaslagi, søguna, hvat gongur væl og hvat fyri avbjóðingar vit hava. Hini feløgini vóru áhugasom, høvdu fleiri spurningar, og komu við ymiskum hugskotum til, hvat vit kunnu hava í huga viðvíkjandi varðveitingar arbeiðinum, og mennan av føroyska rossastovninum.
Hinar framløgurar vóru um: Døle hestin, Nordlandshestin/Lyngshestin, Norska Fjordhestin, Finska hestin, Frederiksborg hestin, SLU og Búnaðarstovuna. Tað, ið stóð burturúr var, at rossafeløgini høvdu øll avbjóðingar við innannøring í teirra rossastovni, og avbjóðingar við marknaðarføring av rossunum. Yvirhøvur er eftirspurningurin eftir vandum rossum, og ung óvand ross eru ring at selja.
Ætlanin er nú, at feløgini skulu samstarva og hava ymiskar verkætlanir, ið fara seta upprunaross í fokus, og vísa á teirra virði.
EVA skeiðið
EVA er eitt forrit, ið lýsir innannøringini í einum stovni, og forútsigur ílegu ískasti hjá lívdjórum til stovnin. Eisini ber til at leggja dent á, hvussu ein kann ala eftir ávísum eginleikum, og halda innannøring niðri.
Á skeiðinum luttóku fleiri vísindafólk, lærar á universitetum og hægri lesandi. Vit lærdu um innannøring, at máta innannøring, um ílegu íkast, at optimera ílegu íkasti til ein stovn, at meta um góðskuna av tilfari og um Eva forritið. Vit frá Felagnum Føroysk Ross gjørdu útrokningar av føroyska rossastovninum, og høvdu so eina framløgu um stovnin har vit greiddu frá, og prátað varð um alingina av teimum føroysku rossunum.
Samanumtikið, so fingu vit úr FFR sera nógv burturúr; bæði frá verkstovuni og frá skeiðinum, og ætlar felagið heilt víst, at hetta skal koma føroyingum og teimum føroysku rossunum til góðar.
Tað hevur týdning fyri felagið, at vit, við at samskifta við fagfólk, kunnu fáa íblástur og mennast, so at arbeiðið við at menna tann føroyska rossastovnin, kann ganga rætt og væl fyri seg.
Kvebergsøja Gard
Eftir NordGen verkstovuna og skeiðið, fóru Jóna, Signa og Joan niðan til Kvebergsøja Gard. Hetta var eina privat ferð tær gjørdu, men ferðin hevði tó til endamáls, at fáa íblástur til brúk av teimum føroysku rossunum. Kvebergsøja er ein bóndagarður frá 1600’talinum, har tey nú reka ferðavinnu, ið er grunda á norskar siðvenjur í landbrúki. Millum annað hava tey norsk uppruna rossaløg, Døle hestin og norska fjordhestin, sum tey brúka í landbúnaðinum á garðinum og vogntúrar til ferðafólk.
Á garðinum fingu Jóna, Signa og Joan frálæru í brúki av arbeiðsrossum og vognkoyring. Lærdu um ta mest vanligu/brúktu útgerðina og krøvini til rossini. Tær fingu innlit í, hvussu rossini kunnu brúkast í ferðavinnu og í landbrúki. Tær koyrdu vatn út til seyðin við rossasledu, og koyrdu eisini stuttleikatúrar í skóginum, bæði við sledu og vogni.
Jóna, Signa og Joan eiga allar føroysk ross, og afturat tí, at tær fara at venja síni egnu ross til vogn, er ætlanin eisini brúka nýggju vitanina í arbeiðinum fyri felagið.
Niðanfyri eru nakrar myndir frá túrinum.