Føroysk ross við í flaggdagshaldi

 
Føroysku ryssurnar Bliss og Flykra við í flaggdagshaldinum á Giljanesi.

Føroysku ryssurnar Bliss og Flykra við í flaggdagshaldinum á Giljanesi.

Føroyska flaggið, Merkið.

Føroyska flaggið, Merkið.

Í gjár var flaggdagur, dagurin har vit minnast aftur á, og fegnast um, at Merkið varð viðurkent sum tjóðarmerki føroyinga. Men tað skuldu ganga 21 ár, frá tí Merkið fyrst sást bleiktra í tí eyðkenda føroyska lotinum, til tað varð alment viðurkent. Og, ja í dag eru vit øll takksom og errin av tjóðarmerki okkara.

Vit kenna øll Merkið, og taka tað næstan sum eina sjálvfylgju. Síggja vit tað, so kann ymiskt koma í huga, ið minnir okkum á tjóðarskap og mentan okkara. Heimbygdina, vinaløg, hátíðardagar og náttúruna. Okkum kann tykjast, sum hetta altíð fer at vera verandi so. At vit altíð fara at tosa føroyskt í okkara tjóð, og at náttúran og heimbygdin altíð fer at vera til reiðar, at taka ímóti okkum. At kunna hoyra havhestin undir bjørgunum, og kunna traðka á fríska lyngin í haganum. Síggja og hoyra heiðafuglin og smálombini á sumri, og stóru hvítu áirnar um veturin, sum renna oman eftir fjøllunum, ið eru skrýdd við hamrum, gróti og føroyskum gróðri.

Føroyska ryssan Bliss á sumri 2020.

Føroyska ryssan Bliss á sumri 2020.

Men hetta er ikki ein sjálvfylgja, og vit mugu vera vakin og tilvitaði. Sum samfelagið broytist, og menniskjaliga tráanin eftir at vilja mennast, og vilja meir, er okkara viðbreðkna tjóð og náttúra í stórum vanda. Plantu- og fuglasløg, ið fyrr ríkaðu náttúru okkara, eru nú so fáment, at tann vanligi føroyingurin kennir hvørki navn ella útsjónd. Áir, ið fyrr runnu brúsandi oman klettarnar, liggja nú turrar. Tað er kvirt í fuglabjørgum, har tað fyrr var lív og ljómandi látur.

Jens Olivur Lisberg (f. 1896; d. 1920) var undangongumaður hóast sín unga aldur, og hann eigur høvuðsheiðurin fyri, at vit í dag eiga okkara føroyska flagg. Vit fara ikki nærri inn á søguna um Merkið, men áhugavert er at minnast aftur á, at Jens Olivur tók til orða, at skulu føroyingar einaferð koma so langt, at teir allir vilja draga eina línu og rógva á sama báti, má báturin hava eitt merki.

Føroyska ryssan Flykra á odda. Tað hómast í Bliss aftanfyri.

Føroyska ryssan Flykra á odda. Tað hómast í Bliss aftanfyri.

Nógv vatn er runnið í ánnið síðan tá, og okkum hevur eydnast at varðveita og verja ymiskt í okkara mentan og náttúru.

Føroyska rossið er eitt av hesum. Eins og tað føroyska flaggið, sum fyrstu árini bert varð kent millum føroyingar, somuleiðis eru nógvir føroyingar tilvitaðir um, at vit eiga eitt føroyskt rossaslag. Men um vit ynskja tað føroyska rossið í framtíðini, so má tað, eins og tað føroyska flaggið, blíva alment góðkent.

Støðan vit eru í nú er soleiðis, at føroyska rossið er ikki alment góðkent, og í sera stórum vanda fyri at doyggja út.

Føroyska ryssan Flykra á sumri 2020.

Føroyska ryssan Flykra á sumri 2020.

Tað var trýstið frá føroyingum móti myndugleikunum, ið vakti ans fyri føroyska flagginum á sinni, og somuleiðis mugu vit verða vakin og vekja ans fyri føroyska rossinum, tí gera vit ikki tað, ja so missa vit føroyska rossið, og er tað fyrst farið, so fáa vit tað aldrin aftur.

Hvat vilja vit? Vilja vit føroyska mentan og tjóð, ella vilja vit lata náttúrumargfeldni og føroyska siðvenju fara fyri bakka? Kunnu vit heiðra Merkið við góðari samvitsku, samstundis sum vit spakuliga máa burtur av tí, sum gjørdi okkum til føroyska tjóð?

Vit fegnast um, at føroysk ross kundu vera við til flaggdagshaldið í gjár, og takk til tykkum mongu, ið gera tykkara fyri at varðveita føroyska rossið.

Myndirnar frá flaggdagshaldinum eru frá Jóanis Nielsen: http://jn.fo/myndir+fra+flaggdagshaldinum+a+giljanesi_wlnt.html

 
Jóna Ólavsdóttir