Nevndin heldur fram óbroytt

200714-Faroe-Mika-Lotta-Bello121.jpg

Sunnudagin 7 mars hevði Felagið Føroysk Ross aðalfund í felagshúsinum hjá Føroya Ríðingarfelag, og vóru fleiri limir møttir til aðalfundin.

Fundurin varð hildin sambært viðtøkum felagsins, og eingin innkomin mál vóru at viðgera til fundin. Linda M. Hesselberg varð vald til fundarstjóra og Signa Kallsoy Joensen til fundarskrivara. Jóna A. Ólavsdóttir, forkvinna, greiddi frá virkni felagsins farna árið, sum hevur verið ávirkað av farsóttini korona, m.a. vórðu tiltøk og skeið avlýst og útsett. Men nógv kom frá hendi allíkavæl, serliga viðvíkjandi Føroya Fongi, og eisini er felagið ríkað við ótrúliga flottum myndum frá Cécile Zahorka, sum kunnu brúkast til marknaðarføring, og varð ein myndakalendari gjørdur. Formansfrágreiðigina finnur tú niðast á hesi síðuni.

Eftir formansfrágreiðingina legði Signa Kallsoy Joensen, kassameistari, roknskapin fram, og hann varð einmælt góðkendur.

200720-Faroe-Mykines-Hengste492.jpg

Øll nevndin stóð fyri vali hesaferð. Formaðurin stendur fyri vali annað hvørt ár, og nevndarlimir standa fyri vali á hvørjum ári. Jóna A. Ólavsdóttir varð einmælt endurvald til formann uttan mótvalevni, og somuleiðis vóru Signa Kallsoy Joensen og Jórun Sumberg-Olsen endurvaldar í nevndina uttan mótvalevni. Joan Hansen og Kristina Maria Fjallstein tóku ikki við vali aftur til tiltakslim, og í teirra stað komu Maria Joensen og Tóra Winther Reinert.

Linda Margrethe Hesselberg varð endurvald til grannskoðara hjá felagnum.

Limagjaldið hjá felagnum varð lækkað til 100 kr. fyri 2022.

200719-Faroe-Stormur-Lukas254.jpg
200719-Faroe-Stormur-Lukas276.jpg

Nógv varð prátað um hvat felagið kann gera fyri at bøta um viðurskiftini hjá stovninum, og hvat skal til fyri at tryggja honum eina bjartari framtíð. Eins og øllum er kunnugt er stovnurin í stórum vanda fyri at doyggja út, og um mynduleikarnir ikki traðka til og taka ábrygd, so er yvasamt um stovnurin fer at yvirliva. Tískil er tað av størstum álvara at arbeitt verður fyri at rúma fleiri rossum, bæði í Føroyum og við at fáa útflutningsloyvi.


NEVNDIN 2021-2022

 
Jóna saman við føroysku aliryssuni Miku. Tórður Mikkelsen hevur tikið myndina.

Jóna saman við føroysku aliryssuni Miku. Tórður Mikkelsen hevur tikið myndina.

Formaður felagsins er Jóna Adelaide Ólavsdóttir rossafrøðingur og B.Sc. í ríðifrálæru og rossavenjing frá Háskúlanum á Hólum í Íslandi. Jóna kom í nevndina hjá Felagnum Føroysk Ross í 2014 eftir hon flutti heim úr Íslandi eftir lokna útbúgving, og í 2019 gjørdist hon formaður í felagnum. Jóna eigur føroysku aliryssuna Miku og ryssufylið Lottu.

 
Jórun til arbeiðis, sum djóralækni, og tveir føroyskir greðingar. Jóna Ólavsdóttir hevur tikið myndina.

Jórun til arbeiðis, sum djóralækni, og tveir føroyskir greðingar. Jóna Ólavsdóttir hevur tikið myndina.

Næstformaður felagsins er Jórun Sumberg-Olsen, djóralækni. Jórun kom í nevndina hjá Felagnum Føroysk Ross í 2012, og hevur síðan tá verið virkin nevndarlimur í felagnum. Jórun arbeiður, sum djóralækni, í Danmark og ferðast javnan heim til Føroyar í samband við djóralæknaarbeiðið, fyri føroysku rossini, millum annað blóðroyndir, skoling av aliryssum, skannað fyljaryssur, chipmerkja ross og ráðgeving.

 
Signa saman við manni og børnum. Børnini sita á føroysku ryssuni Døgg, sum var 10 ára føðingardagsgávan hjá Signu. Tórður Mikkelsen hevur tikið myndina.

Signa saman við manni og børnum. Børnini sita á føroysku ryssuni Døgg, sum var 10 ára føðingardagsgávan hjá Signu. Tórður Mikkelsen hevur tikið myndina.

Kassameistari felagsins er Signa Kallsoy Joensen, ið er uppvoksin á Signabøgarði og hevur B.Sc. í Mýlalívsvísindi frá Fróðskaparsetri Føroya. Signa kom í nevndina hjá Felagnum Føroysk Ross í 2013, og síðan 2017 hevur hon verðið kassameistari í felagnum. Á Signabøgarði hava tey 11 føroysk ross, og áleið 1 fyl verður folað um árið.

 
166548857_251793013315667_5025114327014389672_n.jpg

Tóra Winther Reinert gjørdist tiltakslimur í felagnum á undanfarna aðalfundi. Tóra hevur M.Sc. í Havlívfrøði, og hevur ein brennandi áhuga fyri tí føroyska rossinum og teimum føroysku húsdjórunum, ið hon ynskir verða varðveitt. Hon er abbadóttir Andrias Reinert, sála, ið hevði ein livandi áhuga fyri náttúruni, var djóravinur og var undangongumaður á so mongum økjum innan føroyska náttúrumargfeldni. Tóra ætlar miðvíst at arbeiða fyri at stovnurin av føroyskum rossum gerst størri.

 
166651256_2929528923989650_6355950335623640452_n.png

Maria Joensen gjørdist tiltakslimur í felagnum á undanfarna aðalfundi. Hon hevur riðið og fingist við føroysk ross síðan hon var 9 ára gomul og var áður nógv við í kappríðing. Hon er tannlækni og hevur arbeitt 2 ár sum tannlækni í Danmark og er nú í Íslandi at læra meira um ríðing og venjing av rossum. Dreymurin hjá Mariu er at hava ein garð í Danmark saman við sjeikinum og at hava føroyskar greðingar har at venja, og brúka teir til ríðing við børnum.


Jóna Ólavsdóttir