Nú byrja fylini at koma

 

Nú byrjar tíðin, har vit kunnu njóta úrslitið av arbeiðinum, ið varð gjørt í fjør, og fylini fara so smátt at koma hvørt eftir annað.

Í nátt kl. 01:30 folaði Mika hetta fitta jarp/brún flekkuta ryssufylið. Folingin gekk væl, og bæði fyl og ryssa eru væl fyri. Hetta er annað fylið hjá Miku, sum í fjør folaði eitt svartflekkut ryssufyl - Lottu.

Mika saman við nýfolaða fylinum í nátt.

Mika saman við nýfolaða fylinum í nátt.

Mika saman við Bello á sumri 2020.

Mika saman við Bello á sumri 2020.

Pápin til fylið hjá Miku er Bello. Bello, ið nú er avlívaður vegna aldur, hevur tvey livandi avkom frammanundan, og tískil er hetta nýfolaða fylið triðja og seinasta avkomið undan Bello. Hini bæði eru Prins og Mira úr Vági, ið bæði hava fingið avkom. Prins varð geldur í 2019, men vit bíða spent eftir fyli undan Miru í ár. Hon stendur til at skula fola hvørja løtu.

Mira saman við greðinginum Drotti á sumri 2020.

Mira saman við greðinginum Drotti á sumri 2020.

Mira saman við greðinginum Drotti á sumri 2020.

Mira saman við greðinginum Drotti á sumri 2020.

Meðan vit bíða eftir fylinum undan Miru og Drotti, og øllum hinum fylunum, sum fara at koma í ár, so fara vit at njóta hesar myndirnar av nýfolaða fylinum undan Miku og Bello. Fitta flekkuta ryssufylið, sum enn ikki hevur fingið navn.

 
Jóna Ólavsdóttir