Eitt sera væl eydnað tiltak

 

Mynd: Zach Ellison

 
 

“Árið er 1023. Víkingatónleikur smoyggir seg eggjandi um teg. Tú roynir fornhandverk, ið tú bert hevur hoyrt um. Angin av mati fær vatnið at renna tær úr tonnunum. Errin av føroyska fólkaræðinum luttekur tú á tingi – men knappliga leypir fíggindin á…” Soleiðis lýsir Festívalhöll seg á heimasíðuni festívalhøll.fo, og soleiðis var dámurin í julimánað, tá fólk og føroysk ross hugnaðu sær hvørt um annað á Sandi.

Føroyska rossið er millum heimsins elstu rossasløg. Tá fólk settu búgv í Føroyum undir landnámstíðini, høvdu tey húsdjórini við sær. Rossið hevði ein týðandi leiklut í gerandisdegnum, og í hesum fjarskotna, harðbalna og lítla landbúnaðarsamfelagnum menntist eitt rossaslag, ið tolið reikaði um brøttu fjøllini í øllum veðri, inntil løturnar komu, har tað, sum trúgvur tænari, gjørdi sítt besta at lætta um korini hjá fólkinum. Lívið var hart, bæði hjá rossum og fólki.

 

Mynd: Zach Ellison

Mynd: Zach Ellison

Mynd: Zach Ellison

 

Festívalhøll hevði bjóðað Felagnum Føroysk Ross at luttaka á Víkingafestivalinum, og hetta varð væl móttikið av limum felagsins. Fleiri ross og fólk fóru suður. Veðrið var gott, lagið var gott og rossini vóru góð. Hetta er fyrsta tiltak hjá felagnum, har felagið skipar fyri kappingum til føroysku rossini. Tiltakið eydnaðist somikið væl, at hetta verður eitt árligt afturvendandi tiltak, gongst sum ætlað. Hotel Brandan hevði stuðlað við vinningum.

Joan Hansen vann forðarenning kappingina við sínum rossi Líggjas, og Elin Ábria Persson vann barnaflokkin við sínum rossi Lý.

Eisini varð skipað fyri eini heldur øðruvísi kapping, nemliga eini myndakapping. Luttakarnir kundu velja, um teir pyntaðu seg ella rossið, og ein professionellur fotografur tók so myndina, ið luttakarin slapp at eiga. Inni á facebook síðuni hjá felagnum verður kosið um myndirnar, og tann myndin, ið fær flest “dáma” vinnur kappingina. Fylg kappingini við at trýsta á her!


Vit vilja hervið stórliga takka øllum, sum gjørdu dagarnar so góðar.

Takk til Festívalhøll fyri alla vælvild.

Takk til Elisabeth Niclasen fyri at samskipa tiltakið fyri føroysku rossini.

Takk til Zach Ellison og Honnu Niclasen fyri flottar myndir.

Takk til Hotel Brandan fyri stuðulin.

Takk til Brandur í Dali fyri rossaflutning.

Síðst, men ikki minst, takk til tykkum øll, sum luttóku og eiga føroysk ross. Uttan tykkum var einki.

 
 
 
Jóna Ólavsdóttir