Víkingafestivalur 7 - 9. juli

 

Kom við á FestívalhØll 7 - 9. juli 

Felagið Føroysk Ross bjóðar á Víkingafestivalin, sum verður á Sandi vikuskiftið 7 - 9. juli. 

Tú sleppur ókeypis á festival við tínum rossi.

Felagið betalur fyri flutning og skipar fyri beiti, so spenn tær beltið og legg grímuna á rossið, so fara vit at stuttleika okkum saman. 

Fríggjadagin verður ein kapping har avbjóðingin verður at fara gjøgnum eina forðrabreyt við rossinum. Kappingin verður tillaga og skipað soleiðis, at øll kunnu vera við og dentur lagdur á djóravælferð, samstundis sum tað verður stuttligt og avbjóðandi. 

Leygardagin verður ein heldur øðruvísi kapping, sum er spildurnýggj fyri Føroyar. Ein myndakapping. Royn tínar kreativu førleikar og pynta rossið í gomlum ella víkingastíli. Ein professionellur fotografur tekur so myndina, ið tú sleppur at eiga. Besta myndin (flottast pyntaða rossið) vinnur kappingina. 

Foreldur ella onnur avvarandi eru vælkomin at hjálpa børnum til kappingarnar.

Melda til og fá nærri kunning, ella um tú hevur spurningar, so ert tú eisini vælkomin at seta teg í samband við Elisabeth Niclasen á telefon +298 590027 ella á telduposti tiltok@ffr.fo

 
Jóna Ólavsdóttir