Fylini merkt og skrásett
Ymir av Fagradali. Mynd: Cécile Zahorka, 2023.
3 fyl í ár
Trý fitt fyl komu í ár, og nú eru tey øll merkt og skrásett. Fyri at tryggja gott skil í stovninum og skrásetingini, verða øll føroysk ross DNA kannaði, merkt við erflís (microchip) og skrásett í ættarbókini Føroya Fongur. Ein hárroynd verður send til Sveriges lantbruksuniversitet, sum kannar ættarbandið og tøltgenið hjá rossunum.
Tað serliga í ár er, at øll 3 fylini vórðu brún/jørp á litin. Tvey ryssufyl og eitt hestfyl. 3 fyl eru betri enn eingin fyl, enn er vón. Men við hetta lag doyr stovnurin út, um ikki veruligar broytingar verða at síggja.
Felagið hevur fleiri ferðir heitt á landsins myndugleikar um at taka hendurnar úr lummunum og fara til verka. Tað kann ikki undirstrikast nóg ofta, at tímaglasið er við at vera runnið.
Taki væl ímóti hesum lítlu, fittu fylum og bjóði teimum eina bjarta framtíð.
Ymir av Fagradali, Sund
Ymir er undan Kopari úr Kaldbak og Disuni úr Djúpadali.
Ymir saman við mammu síni Disan. Mynd: Cécile Zahorka, 2023.
Iðunn av Dalsgarði, Skálavík
Iðunn er undan Garpi av Argjum og Lot av Signabøgarði.
Iðunn saman við mammu síni Lot. Mynd: Cécile Zahorka, 2023.
Ryssufyl úr Kaldbak
Hendan fitta daman er undan Heimdali av Argjum og Freiu úr Kaldbak.
Ryssufylið saman við mammu síni Freiu. Mynd: Harriet Olafsdóttir av Gørðum, 2023.