Vognskeiðið 9. - 13. apríl

 

Felagið Føroysk Ross og Føroya Ríðingarfelag skipaðu fyri einum vognskeiði á døgunum tann 9. til 13. apríl. Tað vóru Martin Kjønsberg og kona hansara Eris Davids, sum vóru komin úr Noregi fyri at deila sína vitan og royndir við okkum. Bæði hava tey fingist við ross alt lívið, og Martin hevur verið ein av undangongumonnunum í Norra fyri at fáa rossafrøði, og koyring við rossum, inn í norsku skúlaskipanina.

Eitt sera áhugavert skeið við fjølbroyttum luttakarum. Bæði størsta og minsta rossið í Føroyum luttóku, og eisini vóru íslendskt kappingarross, blandningsross og so sjálvandi eisini føroysk ross við.

Føroysku rossini høvdu góðar eginleikar til uppgávuna og gekk væl hjá teimum at draga vogn.

Vit vilja takka øllum sum luttóku, hjálptu til og eygleiddu til skeiðið. Ein serlig tøkk til Martin og Eris fyri teirra eldhuga og hjálpsemi.

Trýst á leinkjuna niðanfyri og síggj áhugaverda filmin um Martin, Eris og Kvebergsøya.

 
Jóna Ólavsdóttir