Hvítusunnutúrur í Vágum
Tað er ein árligur siður hjá nógvum rossafólki kring føroyar, at fara langar ríðitúrar vikuskiftið á hvítusunnu. Hesa ársins tíð er hagin oftast turrur og harður, dagarnir langir, næturnar ljósar, og fólk og fæ gleðast um summarið, sum er í nánd.
Føroysku rossini Drottur og Líggjas hava verið ein flottan og góðan hvítusunnutúr úti á Munnanum í Vágum.
Føroyska rossið hevur leingi havt orð á sær at vera avbera fótafimt í haganum. Tann 17. juni 1789 skrivar James Wright í The Journals of the Stanley Expedition: "..we set off on Horse-back being obliged first to cross the Island of Wagoe.." og "..Our horses were very small but the most sure footed animals I ever saw, for altho' the roads were in most places execrable, they did not make one false step the whole way.."
Góða hvítusunnu øll somul.