Triðja og fjórða fylið í ár
10 juni, náttina til hósdag, kom triðja fylið í ár. Tað var Erra av Frælsinum, ið folaði eitt svartflekkut ryssufyl, og pápin til fylið er Kyrri úr Tórshavn. Hetta er bæði fyrsta fylið hjá Erru og fyrsta fylið undan Kyrra. Hetta fitta fylið undan Erru og Kyrra eitur Prýða av Frælsinum, og hon er triðja svartflekkuta ryssan, sum vit hava í serføroyska rossastovninum. Hinar báðar eru Fagra frá 2019 undan Miru, og Lotta frá 2020 undan Miku.
Fjórða fylið í ár kom eisini 10 juni, tó seint um kvøldið hósdagin. Tað var Blika av Signabøgarði, ið folaði eitt brúnt/jarpt ryssufyl, og pápin til fylið er Ravnur av Signabøgarði. Líkasum hjá Erru og Kyrra, so er hetta eisini bæði fyrsta fylið hjá Bliku og fyrsta fylið undan Ravni. Tíverri doyði Ravnur í vár vegna sjúku, og tískil er hetta einasta fylið vit fáa undan honum. Hetta fitta fylið undan Bliku og Ravni hevur fingið navnið Glæma av Signabøgarði.
Higartil eru 4 fyl komin í ár, og tey eru øll ryssufyl við hvør sínum liti.
Tvey tey fyrstu fylini vóru brún/jarp-flekkuta fylið undan Miku og svarta fylið undan Miru. Sí eldri tíðindi fyri nærri kunning.