Annað fylið í ár
Mira úr Vági folaði í gjárkvøldi, 6 juni kl. 23:15, eitt fitt svart ryssufyl. Hetta er 5 fylið undan Miru.
Pápin til fylið er Drottur av Borg. Hetta er annað fylið undan Drotti, sum í fjør bleiv pápi til Hellu av Signabøgarði.
Nýfolaða fylið undan Miru og Hella av Signabøgarði eru ikki heilt ólíkar.
Hella av Signabøgarði er hálvsystur til nýfolaða fylið undan Miru.
Drottur av Borg er pápi Hellu og nýfolaða fylið hjá Miru.
Gongur alt sum ætlað, so kemur eitt fyl afturat í ár, sum er undan Drotti. Tað er Toyga úr Kunoy, sum eisini gekk saman við Drotti í fjør.
Tað er ein spennandi tíð nú, at síggja hvørji fyl koma, og vit bíða spent eftir at Toyga, og aðrar kviðnar ryssur, fara at fola. Her eru myndir av onkrum teirra.
Blika gekk saman við Ravni
Toyga gekk saman við Drotti
Disan gekk saman við Glotta
Fenja gekk saman við Jalli
Erra gekk saman við Kyrra
Sif gekk saman við Roða