Ársins fyrstu fyl
Nú summari er í nánd er tað eisini tíðin har fylini koma, og ársins fyrstu fyl eru longu komin.
Higartil hava vit fingið 4 fráboðanir um føroysk fyl. Tað fyrsta varð eitt jarpflekkut ryssufyl í Mykinesi undan Fenju og Jalli. Tað annað varð eitt brúntflekkurt ryssufyl í Vatnsoyrum undan Miku og Meldri. Tað triðja varð eitt reytt hestfyl í Gøtu undan Iris og Sommer, og tað fjórða varð eitt jarpt hestfyl í Havn undan Daniellu og Prins.
Enn eru nøkur fyl, sum vit bíða við spenningi eftir og gleða okkum at síggja. Í meðan vit bíða kunnu vit njóta hesar fittu myndirnar av fylum og av Blessti, sum er hestfylið úr Gøtu. Blesstur var til arbeiðis í Blásastovu, har tey høvdu vitjan av 3. flokki úr Fulgafjarðar skúla. Hetta var fyrstu ferð Iris, mamma Blesst, hevði leypar á bakinum, og hon bar teir, sum um hon aldrin hevði gjørt annað. Tað sigur eitt sindur um lindi í henni og teimum føroysku rossunum.