Aðalfundur felagsins verður 24 juni
Aðalfundurin hjá Felagnum Føroysk Ross, sum bleiv avlýstur í mars mánað vegna korona, verður mikudagin 24 juni kl. 19 í felagshúsinum hjá Føroya Ríðingarfelag.
Skrá sambært viðtøkum felagsins.
Undir punkt 8 í skránni verða uppskot til viðtøkubroytingar lagdar fram fyri aðalfundin til góðkenning. Sí leinkju til viðtøkurnar niðanfyri.
Broytingar:
Kapittul 1, § 1. Stk. 5.
Kapittul 3, § 3. til og við § 5. Stk. 4.
Kapittul 4, § 8. Stk. 2. og § 9. Stk. 4.
Kapittul 5. Nýggjur kapittul við viðtøkum um Gerðabók.
Undir punkt 7 á skránni skal ásetan av limagjaldi góðkennast. Ein limur er komin við uppskoti til hækkan av limagjaldinum.