Harry gjørdist 33 ára gamal

Myndin er av Harry. Hon er tikin í samband við eina framløgu um føroysk ross, sum Jóna Adelaide Ólavsdóttir, táverandi eigari av Harry, hevði í skúlanum á Giljanesi í Vágum 2005.

Myndin er av Harry. Hon er tikin í samband við eina framløgu um føroysk ross, sum Jóna Adelaide Ólavsdóttir, táverandi eigari av Harry, hevði í skúlanum á Giljanesi í Vágum 2005.

Mong eru tey, sum kendu Harry, og gleddust um hann. Harry var ein lítil hestur, men varð nógv brúktur til ríðing, og var eitt fitt og gott reiðross.

Men tað er lívsins gongd, at tey elstu rossini fella frá, og nýggj síggja dagsins ljós.

Harry var folaður í 1981 hjá Jón Joensen í Bø. Tá var Felagið Føroysk Ross einans 3 ára gamalt. Pápi Harry var Gongurólvur úr Vatnsoyrum, sum Karl Jóhan Nielsen átti, og mamma Harry var Hulda úr Bø, sum Jón Joensen átti. Bæði Gongurólvur og Hulda vóru undan Jaspur úr Gásadali, sum var eitt av teimum 4 upprunarossunum.

Harry upplivdi mangt og hvat gjøgnum lívið, og hevði fleiri eigarar. Fyrsti eigarin, og alarin av Harry, var Jón Joensen í Bø. Næsti eigarin var Niels Thomas Pedersen í Vestmanna, sum keypti Harry til dóttir sína. Tá Henning Rasmussen var og vitjaði í Føroyum í 1985, var hann eisini í Vestmanna, har hann tók mát av Harry. Triðji eigarin var Berghestar, har eisini tey flestu munnu kenna Harry frá. Fjórði eigarin var Tonny Kruse á Eiði, sum hevði Harry eitt stutt tíðarskeið. Fimti eigarin var Jóna Adelaide Ólavsdóttir í Vatnsoyrum, sum keypti Harry í 2004. Tá Jóna flutti niður í skúla, lat hon Onnu Louisu passa Harry, sum hevði hann síðstu árini.

Tann 29. novembur í 2014 doyði Harry av elli, sum tá var elstur av føroysku rossunum. Harry gjørdist 33 ára gamal, sum er høgur aldur fyri eitt ross.

Harry var geldur, sum 2 ára gamal, og tískil eru eingin fyl undan honum, tíðanverri. Men vónandi kunnu vit læra av hesum, og taka tað til eftirtektar í framtíðini.

Harry verður saknaður, men vit gleðast um minnini og tíðina, vit fingu saman við honum.

Harry í 1985 tá Henning Rasmussen var á vitjan, og tók mát. Myndin er tikin í Vestmanna hjá Niels Thomas Pedersen.

Harry í 1985 tá Henning Rasmussen var á vitjan, og tók mát. Myndin er tikin í Vestmanna hjá Niels Thomas Pedersen.

Jóna Ólavsdóttir