Ferðavinna og føroysk ross á Búnaðarstovuni
Felagið Føroysk Ross er við í eini norðurlendskari verkætlan, har dentur verður lagdur á upprunaross í ferðavinnuni. Verkætlanarbólkurin hittist í Føroyum 21. mai 2014 og varð eitt alment tiltak á Búnaðarstovuni í hesum sambandi. Við í verkætlanini eru umframt Føroyar, Ísland og Noregi. Sum vit vita, so brúka íslendarar rossini nógv í ferðavinnuni, norðmenn fyri ein part eisini. Hetta er ein vinna, sum avgjørt eisini kann mennast í Føroyum.
Skráin fyri kvøldið var hendan:
18.00 Vælkomin - Dorthea Joensen, føroyskt umboð í verkætlanarbólkinum
18.10 RNNB – frágreiðing um verkætlanina og ferðavinnu í Noregi – Rhys Evans, Høgskulen for landbruk og bygdeutvikling, Noreg
18.30 Marknaðarføring av ferðavinnu í Føroyum – Súsanna Sørensen, Visit Faroe Islands
18.40 Aling av íslendska rossinum – Ingibjørg Sigurðardóttir, Hólar, Ísland
19.00 Leikluturin hjá Búnaðarstovuni í alingini av føroyskum húsdýrum – Bjørn Patursson, Búnaðarstovan
19.10 Íslendska rossið í ferðavinnuni – Guðrun Helgadóttir, Hólar, Ísland
19.30 Føroyska rossið – Hans Petersen, Felagið Føroysk Ross
19.45 Drekkamuður við breyði og føroyskum viðskera
20.15 Framsýning av føroyskum rossum – møguleiki fyri einum stuttum ríðitúri fyri at royna eitt føroyskt ross.