Felagið Føroysk Ross
11. mars 1978 hittust 9 fólk í Vatnsoyrum fyri at tosa um støðuna hjá teimum rossum, sum kundu hugsast at hava føroyskan uppruna.
Á fundinum vóru møtt: Karl Jóhan Nielsen, Vatnsoyrar. Jón Joensen, Bø. Leivur Trónd Hansen, Hoyvík. Bergljót Petursdóttir, Hoyvík. Tróndur Leivsson, Hoyvík. Tórstein Holm, Sandur. William Nielsen, Vatnsoyrar. Martin Nielsen, Vatnsoyrar. Thorstein Niclasen, Miðvágur.
Fundur í juli 1977
Karl Jóhan Nielsen greiddi á fundinum - 11. mars 1978 - frá einum fundi hann í juli 1977 hevði havt við Henning Rasmussen, landskonsulent, og Ole Olsen, konsulent, hjá Landsudvalget for Hesteavl í Vester Farimagsgade 3 í Keypmannahavn.
Á hesum fundi hevði Karl Jóhan Nielsen víst teimum myndir og greitt teimum frá føroyska rossinum, sum hesi ongantíð høvdu hoyrt um áður. Frásøgnin og myndirnar hugtók tey stórliga, so tey gjørdust ikki sørt bilsin, ja eldhugaði. Tey ráddu Karl Jóhan til at fáa stovnað eitt felag fyri føroysk ross, og fáa tikið blóðroyndir av rossunum.
Bara fýra upprunaross
Á fundinum 11. mars 1978 varð tosað um, hvørji ross kundu vera eftir av føroyska slagnum. Tey eldru, William, Thorstein, Leivur, Bergljót og Jón, vóru samd um, at talan helst bara kundi vera um tey ross, ið vóru ættað frá hesum fýra rossunum: Norðurstovuhesturin, folaður 1944, Svanna, folað 1945, Mykinesryssan, folað 1946, og Jaspur, folaður 1962. Av hesum fýra rossum var bert Jaspur tá eftir á lívi.
Royndir at varðveita føroyska rossið vóru longu gjørdar mitt í 1960’unum, tá Jón Joensen keypti Jaspur úr Gásadali fyri at forða fyri, at hann varð geldur. Í 1966 keypti Jón eisini Mykinesryssuna, og í 1968 keyptu Leivur og Bergljót í Hoydølum Stjørnu 2, sum var undan Norðustovuhestinum og Lotto, dóttir Svannu. Seinni útvegaðu eisini onnur sær ross av føroyskum uppruna við tí í hyggju at ala undan teimum.
Uppskotið, um at stovna eitt felag við tí endamáli, at varðveita og menna ta lítlu leivd, ið eftir var av føroyska rossaslagnum, varð einmælt samtykt, og ein trímannanevnd varð vald at gera viðtøkur fyri felagið. Í nevndina komu Bergljót Petursdóttir, Jón Joensen og Karl Jóhan Nielsen.
Aðalfundur 1. apríl 1978
Á aðalfundi 1. apríl í 1978 í Hoydølum vórðu viðtøkurnar fyri felagið samtyktar, og nevndin varð afturvald. Harafturat vórðu vald Tórstein Holm og Martin Nielsen til tiltaksfólk, og Erling Simonsen til grannskoðara. Nevndin skipaði seg soleiðis: Karl Jóhan Nielsen, formaður, Bergljót Petursdóttir, næstforkvinna, og Jón Joensen, kassameistari.
Blóðið verður kannað
Beinanvegin varð farið undir, at taka blóðroyndir av teimum tálivandi 13 eftirkomarunum, av teimum fýra føroysku rossunum. Hesar blóðroyndirnar vórðu sendar til Kaj Sandberg, leiðara á kaninngarstovuni á Sveriges Landbruksuniversitet í Uppsala, sum tá tók sær av tílíkum kanningum.
Í svari sínum skrivar Kaj Sandberg, tann 11. mai í 1978, at fyribils heldur kanningarstovan seg ikki hava funnið nakað tekin um, at rossini skulu vera ættað frá nøkrum av teimum rossasløgum, ið áður eru kannað. Hetta vóru stórtíðindi hjá felagnum, tí vanliga hugsanin í Føroyum var, at føroyska rossið var útdeytt.
Fyri at tryggja, at felagið hevði fingið øll rossini av føroyskum uppruna við, vórðu blóðroyndir av fýra rossum, sum høvdu eitt lítið sindur av útlendskum blóði, sendar til Uppsala 21. juni 1978. Beinanvegin kom svarið úr Uppsala, at hesi viku frá hinum rossunum. Felagið góðtók tí útsøgnina hjá teimum eldru á fundinum 11. mars í 1978 um, at bara eftirkomarar av teimum nevndu fýra rossunum kundu roknast sum føroysk ross.
Við samrøðum við mong fólk, har í millum seyðamenn, hevði eydnast at fylgja ættarliðunum hjá rossunum, í summum førum heilt aftur til endan av 1800 talinum.
Í 1985 og 1987 hevði felagið vitjan av Henning Rasmussen, landskonsulenti, har hann kannaði øll rossini, og gjørdi hesa fænologisku lýsing av føroyska rossinum:
”Den typiske Føroysk Ross kan beskrives som følgende:
Den færøske hest er en lille, harmonisk og tiltalende hest (pony) med forholdsmæssig dybde og bredde. Den har et velformet, tørt og udtryksfuldt hoved. Overvejende lidt kort, men velansat hals. Skulder- og mankepartiet danner et godt saddelleje. Den har en stærk overlinie, muskuløst og velformet – jævnligt lidt kort – kryds og en god lårmuskulatur. Lemmerne er forholdsmæssigt føre og tørre og overvejende velstillede, men fransk forstilling forekommer. Gennemgående er knæ og haseled velmarkerede og racen har særdeles gode hove med god hornkvalitet. Bevægelsen er overvejende energisk og let. Føroyska rossið er bekendt som en meget udholdende hest, der kan bære en forholdsmæssig stor vægt og er dertil meget sikker på benene.”
Fróðskaparsetrið við
Felagið Føroysk Ross hevur síðan virkað fyri at byggja upp ein ílegugrunn við niðurfrystum rossasáði á Búnaðarstovuni og fáa gjørt eina arvafrøðiliga lýsing av rossastovninum. Bæði tiltøkini eru fíggjað við stuðli úr Vinnumálaráðnum. Sofia Mikko, granskari á Sveriges Lantbruksuniversitet, hevur staðið fyri kanningini.
DNA-kanningar í 2003 staðfestu úrslitið í 1978. Føroyska rossið er egið slag, og ongin ábending er um uppíblanding.
Tann 1. mars í 2013 vóru Hans Petersen, táverandi formaður, og Jórun Sumberg Olsen, djóralækni og nevndarlimur, saman við Svein Ole Michalsen frá Fróðskaparsetri Føroya á fundi í Lund í Svøríki við Sofiu Mikko. Endamálið var at fáa í lag samband millum Fróðskaparsetrið og Sveriges Lantbruksuniversitet. Ætlanin er, at føroyingar einaferð seinni fáa nakrar av uppgávunum viðvíkjandi blóðroyndunum heim til Føroya.
Summer of love
Á sumri 2013 varð skipað fyri eini verkætlan, at fáa ryssurnar at kvidnast. Átakið var í samsvari við tilmælið frá serfrøðingunum, ið hava fylgt føroyska rossastovninum. Rossini gingu saman í ymsum bólkum kring landið. Í hvørjum bólki vóru ein greðingur og tríggjar til fimm ryssur. Hetta skuldi nøra um stovnin, so hann neyvan fer at doyggja út. Í hesum sambandi gjørdi djóralæknin Jórun Sumberg-Olsen kanningar, og viðgjørdi ryssur fyri bruna í lívmóðrini.
Átakið, Summer of love, hevur eydnast avbera væl og økt munandi um stovnin. Harafturat hevur tað eisini økt áhugan manna millum fyri føroyskum rossum. Frá 2013 til 2017 komu 30 nýggj fyl, og hevur hetta sera góða úrsliti givið “luksus” trupuleikar, tí hvat skulu vit við teimum nýggju rossunum, sum koma undan. Hvør skal eiga tey, og hvat skulu tey brúkast til. Felagið hevur rakt eitt slag av kyrrstøðu í alingini, sum hevur givið okkum nýggjar uppgávur at arbeiða við. Dentur verður lagdur á, at geva rossunum eitt nýtsluvirði, og arbeitt verður fram móti, hvussu man kann nøra enn meira um stovnin. Hugskotini eru mongd; eitt nú at fáa útflutningsloyvi, fáa rossini við í ferðavinnuna, fáa rossini brúkt til terapi, og gera koyring við rossavogni til eina ítróttagrein í Føroyum.
Eitt av hugskotunum til at betra um umstøðurnar, og gera tað attraktivt at eiga føroysk ross, varð at fáa skásetingina á ein hóskandi platform, so man kann lyfta støði á rossunum, ikki bara her heima, men eisini uttanfyri landoddarnar.
Føroya Fongur
Í 2015 fóru Hans Petersen, táverandi formaður í Felagnum Føroysk Ross, og Dr. Rhys Evans til Íslands á fund saman við Jón Baldur Lorange fyri Bændasamtök Íslands. Fundurin snúði seg um, at menna eina skásetingarskipan til føroysk ross grundaða á WorldFengur, ið er ein hágóðsku skrásetingarskipan fyri tey íslendsku rossini. Avtalað varð, at fara undir arbeiði tá pengar vóru komnir til vega.
Í 2017 kundi dreymur setast í verk, tí tá eydnaðist tað Mariu Bjørk, táverandi forkvinnu í felagnum, saman við Honnu Jensen, at fáa eitt gott samstarv við Landstýrismannin í Fiskivinnumálum, Høgna Hoydal, sum varð sera jaligur.
Fiskimálaráðið stuðlaði við 100.000 kr til endamálið, eftir at Løgtingi hevði samtykt hettar á fíggjarlógini.
Jórun Sumberg-Olsen gjørdi eisini sítt til, at skásetingarskipanin kundi blíva veruleiki. St. Hippolyt stuðlaði við 20.000 kr. Umframt hettar hevur felagið fingið stuðul til Føroya Fong frá eftirfylgjandi: Geilagarði við 5.000 kr, Føroya Tele við 5.000 kr og Klaksvíkar kommunu við 2.000 kr. Eystur kommuna stulaði við lán av kontóri. Hettar gav alt, eitt sera gott ískoyti til Føroya Fong.
Á heysti í 2018 fóru Jóna Adelaide Ólavsdóttir, núverandi forkvinna, Hans Petersen og Irdi Petersen til Reykjavík í samband við bygnaðin av nýggja dátagrunninum til Føroya Fong. Føroya Fongur er uppruna ættartalvan og talgilda skrásetingar skipanin fyri Føroyska Rossið. Skipanin gevur umvegis alnetið atgongd til ein dátugrunn, sum inniheldur upplýsingar um Føroyska rossaslagið, og við Føroya Fongi ber til at síggja upplýsingar um uppruna, avkom, aling, litir, flís nummar, myndir og mangt annað.
Føroyska Rossið nørist í hvørjum, og nú ert tú einans nøkur fá stig frá, at sleppa inn í Føroya Fong til at fylgja við stovninum og gongdini.