Torvið og rossið
Eldur, og at kunna kynda í, er eitt grundleggjandi amboð, skal menniskjan trívast og yvirliva. Við eldi ber til at gera sær mat, reinsa vatn, fáa hita, ljós og geva boð frá sær.
Mógvurin í Føroysku jørðini kann turkast og brennast, og tað man vera ein av høvuðsorsøkunum til, at fólk kundu lívbjarga sær her í gomlum døgum.
Gróður, ið rotnar og verður evnafrøðiliga upploystur, verður til mógv. Torv og kol eru bæði, á hvør sín hátt, tilevnaði úr mógvi, og tess eldri mógvurin er, tess eldri er evnafrøðiliga tilgerðin, og hareftir verður góðskan í mógvinum, sum brenni.
Føroyingar brúktu ymisk nøvn fyri mógvin, ið skorin varð, sum lýsti góðskuna í honum.
Í Føroyum hevur mógvur verið skorin, turkaður til torv og brúktur, sum brenni, líka frá landnámi og fram í 1960ini, og mangastaðni síggjast árinini í náttúruni eftir skurðin. Torvkráir, torvhús, torvgøtur og vegir og skurðir í lendinum. Fleiri staðarnøvn eru eisini, ið bera okkum minnir um eina farna tíð.
Føroyska rossið, ið hevur verið í Føroyum frá landnámi, hevur fyrst og fremst tænt føroyingum, sum klyvjaross. Rossið var trúgvur tænari, serliga tá torvið skuldi reiðast heim til húsa, ella tá tøðini skuldu berast á bøin.
Í Ferøers Beskrifvelser frá 1669 skrivar Thomas Tarnovius soleiðis:
”Huilcken tørve naar de ville hiemføre i deres huse, bruge de deres Heste der til, paa huis rygge de legge kløfft sadeler, oc henge saa paa begge sider af Hestene tingester, huor i de deres tørve kaste, saa meget som Hesten kand bære offte en fiæring vegs til huus. Men vogne bruge de der icke formedelst de høye klipper huor op de mue fare, til med er marcken fuld af store stene, imellem huilcke en vey allene ligger”.
Og í 1800 skrivar Jørgen Landt:
”Om Sommeren bliver den (hesten) i 4 - 6 Uger haardt medtagen ved at føre Tørven nærmere til Huus, og neppe er den bleven færdig med sin Herres Tørv, førend den maae udlaanes til Poul og Per, som ingen Heste har, for at bære deres Tørv hjem. Saaledes maae den arbejde 4, 5 Dage om Ugen, saalænge Vejret tillader det, saa at den omsider faaer Huller i Ryggen af Gnavning, og under Halen af det der anbragte Baand, og da den ingen Skoe har, bliver den saa ømfodet, at den neppe kan gaae, men maae dog deran; hans Forplegning i denne Arbejdstid er denne, at om Aftenen sammenbindes begge dens Forben, paa det den ikke skal løbe bort, men at den dog langsomt og forsigtigen kan hoppe omkring ved Bøjgdens Gjerder og søge sig liden Føde. Skulde jeg i nogen Henseende fristes til at beskylde mine gode Færøeboere for Haardhjertighed, da synes de at vise den mod Hesten paa denne Tid af Aaret. Dog denne Haardhed er ikke Færøeboeren naturlig, den er ham saa at sige aftvungen; han føler visselig Ømhed og Medlidenhed for sit arme Trældyr, han overvælder det ikke gjerne med Hug, men hans overhængende tunge Arbejde nøder ham til at fordre meere af det, end det vel er istand til at udholde”.
Tað er eyðsæð, at føroyska rossið hevur havt virðið fyri føroyingin í gomlum døgum, og føroyingurin hevur livað tætt at náttúruni, kent hennara tilfeingi og dugað at lagt virði í tað, sum var fyri hendi.
Korini hava verið hørð, bæði fyri ross og fólk, men mangt gott hevur eisini verið. Frælsa lívið hjá rossunum í høgunum, har tey, í flokkum, reikaðu frítt millum dalar og fjøll. Friðurin og samveran millum fólk, tá einki órógv var frá skermum, bilum ella høgu krøvunum frá samfelagnum, vit kenna í dag.
Í bókaverkinum Torvið í Føroyum í søgu og siðsøgu endurgevur Petur Jacob Sigvardsen eina frásøgn hjá einum skálavíkingi:
”Áðrenn vit brøður kundu gera lít, og til eg, ið elstur var, var tilkomin, varð reitt við 6 - 7 rossum, og var veður, so varð reitt nátt og dag, til liðugt var. Torvið varð loypt á laðnum fyri torvhúsdurunum, og gamal maður var biðin at bera inn og laða.
Døgurði varð borin frá húsum. Men restina av matinum høvdu reiðslufólkini við sær frá húsum, so tey sjálvi kundu kóka drekka. Turt kjøt, turrur seiður og spik, breyð og skipskeks. Tað mundi vera tað mesta, tey høvdu við sær. Sjálvandi var mjólk við og te at koyra á kannuna. Matur og drekka var sjálvandi úr sama húsinum.
Eitt fólk var oftast til hvørt rossið; men tað var mest hálvvaksið fólk. Var ein tilkomin maður við, so var eingin vandi. Rossini vórðu rikin báðar vegir. Tað var bert, tá ið ungt ross, ið nýliga var undirlagt, tað varð leitt, og mátti tað vera tilkomin maður, ið hetta gjørdi. Sama var, um greðingur var eitt av rossunum. Hann mátti leiðast…
Tá ið komið var á heiðina, vórðu leyparnir tiknir av rossunum og fyltir undir roka. Hesa løtuna lógu rossini á biti. Tá ið leyparnir vóru fullir undir roka, varð farið eftir rossunum, og lyft varð upp á tey, og ansaði tað vaksna fólkið eftir, at hetta varð gjørt til lítar, og at týggini lógu væl undir. Tann vaksni lyfti teir flestu leyparnar, og reiðslubørnini hildu tí fyrra leypinum, til hin seinni var komin at hanga. So vórðu rokarnir settir á. Klakkatorvurnar vórðu lagdar millum kneppingarnar og úteftir, so rokin helti innyvir. Rokin átti at vera væl settur, tí tað kundi henda, at rossini fóru at smárenna.
Tá náttin kom, vóru øll við at fylla upp á rossini sum um dagin, men helvtin av manningini var eftir á heiðini fyri at fáa sær ein lúr. Hini fóru við rossunum, og tá ið tey komu aftur á heiðina, og øll høvdu verið við at fylla, so var teirra túrur at liggja eftir.
Tá reitt varð um náttina, so varð nátturði borin frá húsum, og mundi hann ofta vera vellingur, ið borin varð í pottinum, so at hann kundi setast á gløðurnar, um hann var kólnaður ov mikið (FSNR. 773, Føroya Fornminnissavn).
Í Koytu á Sandi búðu tvær ógiftar systrar, ið kallaðar vórðu Koytudiddurnar. Petra og Beata. Petra tók og framkallaði fleiri myndir, sum Tjóðsavnið hevur fingið avrit av. Millum annað myndina niðanfyri, sum er av einum føroyskum rossi við fullum vogni av torv. Myndin er tikin á Sandi, óiva omanfyri húsini í Koytu.
Á myndini síggast, frá vinstru: Niels Nicodemussen (1880 – 1960), Janus Nicodemussen (1910 – 1951), Jákup (rossið) og Klæmint Nicodemussen (1911 - ?). Eftir aldrinum hjá Janusi og Klæmint kann roknast við, at myndin er tikin umleið ár 1920.
Petur Jacob Sigvardsen skrivar soleiðis í bókaverkinum Torvið í Føroyum:
Á Sandi vórðu ikki kráir nógv nýttar. Tey flestu laðaðu torvið í lutar. Handan fyri Klivar (á Boldhúsi) hava nógv torvhús verið fyrr. Hagar reiddu teir torvið úr Seltuvík um náttina við nógvum rossum. Torvhúsini, ið vóru ymisk til støddar, høvdu annaðhvørt nøvn eftir eigarmanninum ella húsinum. Haðan hevur so torvið annaðhvørt verið reitt ella borið til hús.
Ein onnur frásøgn, sum Petur Jacob Sigvardsen endurgevur í bókaverkinum Torvið i Føroyum, ljóðar soleiðis:
Vegur var komin norður til Tyrilsvál, so menn koyrdu tá eisini við vogni. Men annars varð torv eisini borið heim … Men tað torv, vit høvdu á Gráumýru (langt frá vegnum), varð reitt av heiðini heim undir Stíggj (ein hálvfjórðing). Har høvdu vit krógv standandi. Annars kom torvið heim so við og við. Men ansað varð eftir at hava niðurfyri, um stórkavi ella annað kom (FSNR. 835, Føroya Fornminnissavn).
Yrking frá 1914 eftir Mikkjal D. á Ryggi um klyvjarossið:
”Hvat má meiri stríða
enn eitt neyðar klyvjaross?
Stundum má tað strev og knoss,
stundum hungur líða”.
Føroyska rossið hevur tænt okkum væl, og vit eru heppin at hava tað enn. Eitt livandi forminni. Tíðirnar eru broyttar, og nú er tað komið í okkara lut, at læra at brúka náttúrutilfeingið á burðardyggan hátt. At síggja virðini og duga at handfara tey rætt.
Jóna A. Ólavsdóttir hevur skrivað.