Støðan er sera álvarsom
Støðan hjá føroyska rossinum er sera álvarsom. Ov fá fyl verða folað árliga vegna mettaðan marknað í Føroyum. Tað eru einans uml. 25 ryssur í burðardyggum aldri, og av hesum hava tað verið uml. 7-13 ryssur, sum hava verið brúktar í aling árliga. Sambært The Food and Agriculture Organization (FAO) skal stovnurin av aliryssum upp um 6000 ryssur fyri ikki at verða hóttur.
Stovnurin av føroyskum rossum er vaksin so líðandi, síðan farið var undir varðveitingar arbeiðið í 60unum, men enn er langt á mál fyri at tryggja stovnin, sum sæst á talvuni niðanfyri. Legg merki til at bláa linjan vísir talið av ryssum í einum stovni, sum er mettur at vera álvarsliga hóttur. Stovnurin skal upp móti 6000 aliryssum, áðrenn hann er trygdur.
Aling
Tá man skal bjarga einum hóttum djóraslagi, er umráðandi við einari effektivari aling. Man skal royna at ala undan øllum lívdjórum, taka hædd fyri innanøringini og varðveita genetisku variatiónina.
Eins og omanfyri nevnt so eru millum 7-13 fyl folaði árliga seinastu árini. Hetta er betur enn onki, men tá endamálið er at skipa eina effektiva aling, eigur talið av avkomum at vaksa eksponentielt. Í 2018 fingu vit 13 fyl, sum er met. Síðan tá, hevur alingin gingið skeivan vegin. Í 2019 komu 6 fyl (harav 5 enn á lívi), í 2020 7 fyl (harav 6 enn á lívi) og í 2021 7 fyl. Í ár vita vit bara um EINA ryssu, sum er kviðin. So vit vænta bara at fáa eitt fyl í 2022. Talið av avkomum um árið hevur ikki verið so lágt síðan 1990.
Tá alingin er somikið lá, sum hon er, er vandin fyri at innannøringin vaksir, hóast roynt verður at halda henni niðri. Ov høg innannøring í einum stovni førir millum annað til undaneldis trupuleikar, og vit kunnu tískil enda við at standa við einum stovni, har tað roynist okkum ógjørligt at fáa avkom undan lívdjórunum. Hartil er eisini ovur stórur vandi fyri at missa týdningarmiklar ílegur úr stovninum, eins og vit til dømis ikki hava grá ross longur í stovninum. Og hava vit fyrst mist ílegurnar, so koma tær ikki aftur.
Langtíðar loysn
Føroyar eru lítlar. Serliga tá hugsað verður til, at vit skulu hava 6000 aliryssur fyri at tryggja stovnin. Vit hava í verandi løtu ein stovn á 94 ross av serføroyskum slag, tá fyl og geld ross eru írokna. Og vit megna ikki at økja talið, sum er. Tað eru um 600 ross í Føroyum, tá øll rossasløgini eru tald við. Tað vil siga gott og væl 500 útlendsk ross.
Hægsta skrásetta tal av rossum í Føroyum er frá 1880, tá 800 ross vóru í Føroyum. Men frá áleið 1888 til 1935 lá talið rættuliga støðugt á áleið 600 rossum.
Vit skulu tí taka støðu til, hvussu nógv aliross av serføroyskum slag rúmast her á landi. Er tað realistiskt at vit í Føroyum megna uppgávuna sjálvi?
Útflutningur
Ein góð loysn á hendan trupulleikan er at útflyta nøkur føroysk ross til Danmarkar, har eftirspurningur er eftir føroyskum rossum. Í løtuni ber hetta tó ikki til, tí vit ikki hava lóggávu um at skráseta ross, og tí hevur eingin myndugleiki ella felag í Føroyum heimild til at vátta upplýsingarnar í rossapassum.
Hví er tað átrokandi at fáa loyvi at útflyta tey føroysku rossini?
Orsøkin til at vit ikki hava fingið økt um stovnin seinastu árini, og at tað ikki koma fleiri fyl í 2022 er, at alarir tora ikki at ala longur. Tað eru ikki nokk av avtakarum til fylini, og alarir kunnu ikki eiga øll fylini sjálvir. Flestu alarir vilja fegnir ala, men vandin fyri ikki sleppa av við fylið er ov stórur.
Tí hava vit tørv á at fáa hjálp úr útlondum. Í Danmark er stórur áhugi fyri at at eiga føroysk ross. Um alarir her heima kunnu føla seg tryggar við, at teir kunnu selja fylini, fer alingin at koma í gongd aftur. Hjálpið okkum við at leggja trýst á politikarar og at fáa útflytingarloyvi við at skriva undir!