Smávegis broytingar í nevndini

 

Aðalfundur felagsins varð hildin 27. mars í Vatnsoyrum. Møguleiki var eisini fyri at luttaka umvegis zoom, og varð tað væl móttikið.

Aðalfundurin varð hildin sambært viðtøkum felagsins, og varð Jóna A. Ólavsdóttir vald til fundarstjóra og Maria Joensen til fundarskrivara. Síðan greiddi Jóna A. Ólavsdóttir frá arbeiðinum hjá felagnum í farna árinum.

Sí formansfrágreiðingina her:

Signa Kallsoy Joensen legði fram rokniskapin, sum varð einmælt góðkendur, og punkt 4, val av formanni, fall burtur, tí formaðurin stóð ikki fyri vali í ár. Jóna A. Ólavsdóttir heldur tískil fram, sum formaður í felagnum.

Smávegis broytingar vórðu til val av nevndarlimum. Maria Joensen, sum hevur verið tiltakslimur, kom í nevndina fyri Jórun Sumberg-Olsen, og Signa Kallsoy Joensen heldur fram, sum kassameistari. Jórun Sumberg-Olsen og Kristina Maria Fjallstein gjørdust tiltakslimir.

Linda Margrethe Hesselberg heldur fram, sum grannskoðari hjá felagnum.

Árliga limagjaldið verður óbroytt. 100 kr.

Eingin innkomin mál vórðu at avgreiða, og tí varð farið beint til síðsta punktið, har prátað verður leyst og fast um ymisk viðurskifti.

Fundurin gekk skjótt og væl, og varð lokin eftir einum tíma.

 
Jóna Ólavsdóttir