Poul Mohr greiður frá Ólavsøkuskrúðgonguni

Poul Mohr.jpg

Poul Mohr var ein av teimum, sum vóru við í tí fyrstu Ólavsøkuskrúðgonguni við rossum.
Hann greiður frá, at menn hittust heima hjá pápa hansara, Kjartan Mohr, dagin fyri Ólavsøku í 1942.
Teir, ið løgdu ráð hetta kvøldið, vóru Gustav Reinert, Edvard Samuelsen og Kjartan Mohr. Síðani fóru boðini út til reiðfólk, at hittast dagin eftir.
Skipað bleiv soleiðis fyri, at Vilhelm Tórsheim, kallaður keisarin gekk fremst við merkinum, honum á baki kom frelsurnarherurin við hornblástri, og so komu reiðfólkini.
Skrúðgongan byrjaði niðri í Bø, uttanfyri hjá bakarinum á Hornið. Hiðani gekk leiðin so umvegis Tróndargøtu oman á Tinghúsvøllin.
Tað var frá fyrsta degi lagt dent á, at reiðfókini skuldi vera væl ílatin. Hvít skjúrta og svart slips var búnin hjá reiðfólkunum.
Hetta bleiv byrjanin til Ólavsøkusetana, sum vit kanna hana í dag. Føroya Ríðingarfelag bleiv stovnað árið eftir, og øll árini hava rossini átt heiðurspláss í skrúðgonguni.
Seinni komu onnur ítóttarfólk eisini við í skrúðgonguna. Men siðurin, at fremsti flaggberin er reiðfólk, er enn tann dag í dag galdandi.
Fólk flest minnast helst best tey mongu árini tá Sverri Trónd Hansen var flaggberi, Sverri reið nógv ár á einari ryssu ið kallaðist Holla.
Sverri gekk nógv uppí, at tingini skuldi vera í ordan, hann búði uppi í Gundadali, og tað gekk ein søga um, at einaferð á Ólavsøku um morgunin, tá skrúðgongan skuldi verða, kom ein B36ari inn í gamla B36 húsið, hann hoyrdi ógvusligan larm inni í brúsirúminum. Tá hann fór inn var tað Sverri sum var farin inn har at vaska ryssuna, hetta so hon var fín til skrúðgonguna.
Tá Sverri legði frá sær, var avgjørt at føroyamesistarin í tvíspor árið frammanundan skuldi bera flaggið framyvir. Um hesin ikki bjóðar seg til, so avgerð nevndin í Føroya Ríðingarfelag hvør skal bera flaggið.
Poul Mohr er sjálvur kendur reiðmaður, hann vann m.a. allarfyrstu kappríðingina, ið Føroya Ríðingarfelag skipaði fyri.
Hóast hann er komin upp í árini, ríður hann enn, men túranir eru kanska heldur styttri nú enn fyrr.
Tá Poul her fyri fylti 85, samlaði hann tí ein hóp av reiðfólkum, og so gekk leiðin suður á Kirkjubønes. Tað er ikki hvørjum manni unt, at kunna halda 85 ára dag á rossabaki.

Poul Mohr.jpg
skrúðgonga.jpg
Jóna Ólavsdóttir