Nevndarval
Aðalfundurin verður 30. mars og harvið verður eisini nevndarval. Einstaklingar, feløg og stovnar, ið viðurkenna endamál og lógir felagsins, kunnu gerast limir. Nýggir limir kunnu altíð takast upp. Limaskapurin hevur gildi, tá limagjaldið er goldið.
Felagið søkir nýtt forfólk
Jóna Ólavsdóttir, forkvinna felagsins, hevur boðað nevndini frá, at hon ynskir ikki at stilla upp aftur. Jóna hevur sitið í nevndini síðan várið 2014, og verið forkvinna í felagnum síðan várið 2019. Felagið er í vøkstri, er fíggjarliga væl fyri og nógv spennandi er á skrá hjá felagnum, og tískil metir Jóna hetta verða eina góða tíð hjá nýggjum eldhugaðum forfólki at taka við.
Limir, ið hava goldið limagjald eina viku áðrenn aðalfundin, hava atkvøðurætt á aðalfundinum og eru valbærir til álitisstørvini.
Nevndin hevur ikki frætt frá nøkrum, ið hevur víst formanssessinum áhuga, og vil tískil heita á tey, ið hava góð leiðara evnir, duga at samskipa, samskifta og hava áhuga fyri føroyska rossinum, um at halda seg framat.
Áhugaði eru vælkomin at seta seg í samband við nevndina fyri nærri kunning.