Kunning um átakið við at taka sáð
Sum kunnugt, so vóru serfrøðingar í Føroyum í farnu viku har vit saman gjørdu eitt átak við at taka sáð frá so nógvum greðingum sum gjørligt.
Gleðiligu tíðindi eru at vit fingu fryst sáð frá 15 greðingum. Umboð frá felagnum og fólk á Búnaðarstovuni hava lært seg at taka sáð av greðingum, soleiðis at teir greðingarnir, sum vit ikki náddu, ella høvdu møguleika til, at taka sáð av nú, hava vit møguleika at fáa sáð frá seinni.
Umframt tað, so eru nakrir føroyingar upplærdir í at framleiða sáð til ísáðing. Serfrøðingarnar vístu á, at ísáðing eydnast best, tá sáð, sum ikki hevur verið fryst, verður brúkt. Tískil var undirvíst bæði í at framleiða fekst og niðurkølt sáð til ísáðing.
Roynd var eisini gjørd í at ísáða ryssur. Hetta er fyrstu ferð at roynt hevur verið við ísáðing av føroyskum ryssum, so tað verður áhugavert at fylgja gongdini, og hvussu hetta fer at eydnast.
Harafturat hugdu serfrøðingarnir at einum stráði (ein portión av sáði) sum var niðurfryst í 2003. Sáðgóðskan á stráðnum sá út til at vera góð, so eisini tað eru gleðilig tíðindi.
Umboðini frá Stallion AI hildu ein væleydnaðan fyrilestur fyri áhugaðum í aling av føroyskum rossum mikukvøldið, har greitt var frá arbeiðinum og teknikkunum, sum fyritøkan nýtir.
Væntanirnar eru, at samstarvið við Stallion AI fer at hava góða ávirkan á varveitingina av føroyskum rossum og at vit møguliga fara at økja um samstarvið komandi árini.