Uppskotið fall, hóast Føroyar hava samtykt ST-sáttmálan um lívfrøðiligt margfeldi
Hóast Føroyar hava samtykt ST-sáttmálan um lívfrøðiligt margfeldi, so fall uppskotið at játta 200.000 kr. til serstaka konto undir umhvørvis- og vinnumálaráðnum til arbeiði at varðveita føroysku rossini.
Felagið Føroysk Ross hevur í longri tíð lagt stóran dent á, hvussu umráðandi tað er, at meira verður gjørt við varðveitingararbeiðið av føroysku rossunum. Langtíðarloysnin er útflutningur, so føroysk aliross kunnu nørast um allan heimin, og ikki einans í smáu Føroyum. Stutttíðarloysnin er at bøta um karmarnar hjá alarum av føroyskum rossum her í Føroyum.
Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur tørv á hægri játtan til hetta málið.
Búnaðarstovan hevur tørv á hægri játtan til hetta málið.
Felagið Føroysk Ross hevur tørv á hægri játtan til hetta málið.
Játtanin til føroysk húsdjór, sum Búnaðarstovan umsitur, má hækka og tillagast, soleiðis at alarir fáa betri sømdir at arbeiða undir.
Hóast talan er um fleiri partar, ið skulu fáa hægri játtan, so er talan ikki um stórvegis upphæddir samlað.
Felagið Føroysk Ross hevur til endamáls at menna tann føroyska rossastovnin. At stuðla alingini av tí føroyska rossinum. Og at skapa áhuga manna millum fyri tí føroyska rossaslagnum.
Alt arbeiðið í felagnum er sjálvboðið, og í fleiri førum hava limir sjálvir skula goldið (stuðla fíggjarliga), fyri at fremja endamál felagsins í verki. Hetta heldur ikki í longdini, tí stovnurin skal økjast upp á 6000 aliryssur, sum sambært FAO er eitt nøktandi tal. Vit hava í verandi løtu um 25 burðardyggar aliryssur.
Felagið hevur 100.000 kr. at arbeiða við árliga, og hevur hendan játtan gjørt góðan mun. Ein skásetingarskipan á altjóða støði er komin upp at koyra, og felagið hevur hugt nærri at ílegunum hjá fleiri rossum, millum annað at DMRT3 íleguni. Cécile Zahorka vitjaði felagið og føroysku rossini, og tók í hesum sambandi avbera flottar myndir av føroyskum rossum, sum síðan, millum annað, eru brúktar í nýggju barnabókini “Føroyska rossið” eftir Beintu Johannessen, sum Bókadeild Føroya Lærarafelags og Nám góvu út í heyst. Eisini eru myndir frá Cécile brúktar til myndakalendaran “Føroyska rossið”, sum felagið hevur givið út nú annað árið á rað. Felagið hevur arbeitt við fjølbroyttum málum, millum annað at fáa ross út í føroyskar hagar, og hvat brúksvirði hjá rossunum kundi verið, fyri at nevna nøkur.
Men 100.000 kr. røkkur ikki langt, og tískil er nógv arbeiði, sum felagið kundi gjørt, men sum ikki verður gjørt.
Felagið søkti um hægri játtan, men á uppskotinum til løgtingsins fíggjarlóg stóð játtanin óbroytt. Hetta fekk Bjørt Samuelsen, Høgna Hoydal, Sirið Stenberg, Hervør Pálsdóttir, Páll á Reynatúgvu, Beintu Løwe Jacobsen og Ingilín Didriksen Strøm at leggja fram broytingaruppskot, har tað bleiv skotið upp at játta 200.000 kr. til serstaka konto undir umhvørvis- og vinnumálaráðnum til føroysku rossini.
Uppskotið fall. Hóast Føroyar hava samtykt ST-sáttmálan um lívfrøðiligt margfeldi, og hóast tað er felagið, sum stendur á odda fyri at varðveita føroyska rossastovnin, og sum so svárliga hevur tørv á hægri játtan.
Nevndin í felagnum vil takka teimum, sum løgdu uppskotið fram og teimum, sum avkvøddu fyri.
Búskaparliga er virðið í náttúruni og landbúnaðinum ikki beinleiðis. Tað er ikki sjónligt í nøkrum rokniskapi. Men óbeinleiðis hevur náttúran og landbúnaðurin í Føroyum eitt ómetaligt virðið fyri trivnaðin og samleikan hjá føroyinginum. Vit hava eina tjóð, har størsti vandin í løtuni er, at vit hava og brúka ov nógv. Ein tjóð við sterkum samleika. Ein lítil tjóð, men við fleiri fólkum, sum traðka fram altjóða í fremstu røð ítróttarliga og listarliga.
Hetta hevði ikki verið, um tað ikki var fyri trivnaðin og samleikan í tjóðini. Ein trivnaður og samleiki, sum grundar á ta náttúru og kor, hon hevur bjóða okkum gjøgnum øldir. Kropsliga hørðu korini. Myrku kvøldini við søgum og sangi. Ljósu summarnæturnar. Vakra ljósspælið og livandi skýggini. Ljómandi fuglurin. Dunandi brimið. Heita ullin. Tutlandi áirnar. Gestablýdni og hjálpsemi. Náttúran og hennara kor hava mynda eina tjóð, sum trívist í og við náttúruni.
Vit skulu verja náttúruna. Vit skulu ansa eftir at fara um á slíkan hátt, at virðini í henni verða varandi. At fuglurin, fiskurin og krýatúrini hava umstøður og náttúru at trívast í. At fólkið hevur náttúru at liva í og av, so vit kunnu trívast.
Tað eru ótroyttir møguleikar í føroyska rossinum til heilsu- og sálarbót hjá fólkinum. Lat ikki hesar møguleikar fara fyri skeyti. Lat ikki húsdjórini og náttúruna fara fyri skeyti.
Vit hava enn møguleika at verja og vara um náttúruna. Latið okkum gera tað, ið skal til, meðan vit enn hava møguleikan.
Jóna Ólavsdóttir, forkvinna.