DNA, chipmerkja og skráseta ross í Mykinesi

 
Irdi, Oluf, Ronja og Jallur. Fenja sæst aftanfyri.

Irdi, Oluf, Ronja og Jallur. Fenja sæst aftanfyri.

Felagið leggur stóran dent á, at gera eitt gott og miðvíst arbeiði, fyri at menna tann føroyska rossastovnin.

Í dag vóru Irdi Petersen og Jóna Ólavsdóttir vestri í Mykinesi, fyri at chipmerkja, skráseta og taka DNA av føroyskum rossum. Veðrið var gott, og tað gekk væl at fáast við rossini. Tað er Ronja í Eyðanstovu, sum eigur og røktar føroysk ross úti í Mykinesi, og vit eru henni takksom fyri tað íkasti, tað gevur til tann føroyska rossastovnin.

5 føroysk ross eru í Mykinesi, tey eru:

Mergur úr Mykinesi, undan Jalli og Bestlu, sum Ronja hevur alt og eigur.

Fúsi úr Mykinesi, undan Jalli og Bestlu, sum Ronja hevur alt og eigur.

Jallur úr Sandavági, undan Rana og Flykru, sum Jóanis Nielsen hevur alt og Ronja eigur.

Fenja úr Dímun, undan Kletti og Sáru, sum Eva úr Dímun hevur alt og Ronja eigur.

Bestla úr Tórshavn, undan Tambar og Brynju, sum Elin í Jákupsstovu hevur alt, Maria Joensen eigur og Ronja røktar.

Ronja í Eyðanstovu saman við greðinginum Jalli.

Ronja í Eyðanstovu saman við greðinginum Jalli.

 
Jóna Ólavsdóttir