Action Plan

Føroyska Rossið hevur røtur aftur til, tá fyrstu norðurlensku niðursetufólkini komu til Føroyar  fyri fleiri enn 1000 árum síðani. Í dag er rossið í sera stórum vanda fyri at doyggja út og tí er  alneyðugt, at átøk verða gjørd beinanvegin, fyri at bjarga rossinum. Í ætlanini, sum júst er  útgivin, verður víst á ítøkilig átøk, sum skulu gerast fyri at bjarga Føroyska Rossinum.  

Føroyska rossið er lítið, men harðbalið og sterkt. Í øldir hevur tað lagað seg til føroyska  veðurlagið og livikorini, og hevur í dag ein avgerandi leiklut í okkara mentanararvi. Eitt stórt felli  var í rossastovninum, og í 1960unum kundu rossini teljast við einari hond. Tað var um reppið, at tey doyðu út. Síðan tá, er stórt arbeiði lagt í at bjarga rossinum.  

“Frá Búnaðarstovunnar síðu sakna vit eina fakliga væl grundaða heildarloysn fyri  varðveitingararbeiðið av Føroyska Rossinum. Eins og virkisætlanin eisini vísir, er neyðugt við  eini vælskipaðari alimiðstøð til tess at kunna økja um stovnin av Føroyska Rossinum. Skipað  miðvíst aliarbeiði, eftirlit við innannøringsvandanum, álítandi frostgoymsla av sái, eggum og  vevnaði v.m., skráseting og skjalfesting, eins og betri marknaðarføring av rossaslagnum, eru  somuleiðis týðandi tættir í varðveitingararbeiðinum - og hesir tættir eiga at verða skipaðir í  tøttum samstarvi millum almennar myndugleikar, einstøku rossaeigararnar og Felagið  Føroysk Ross. Í fjør lat Búnaðarstovan Uttanríkis og vinnumálaráðnum, sum umsitur  landbúnaðar- og húsdjóramál, upprit um skipanarreglur fyri virksemið á Búnaðarstovuni  viðvíkjandi varðveitingararbeiðinum fyri Føroyska Rossið. Á Búnaðarstovuni eru vit spent at  frætta, hvørja móttøku og lagnu, ið uppritið fær í politisku skipanini”, sigur stjórin á  Búnaðarstovuni, Tróndur Gilli Leivsson. 

Í byrjanini av 20indu øld vórðu nógv Føroysk Ross útflutt, samstundis sum útlendsk ross vórðu  innflutt. Rossini fóru ígjøgnum ein fløskuháls, sum hevði við sær, at rúgvismikið arvaligt tilfeingi varð mist úr rossastovninum, og kemur hetta ongantíð aftur. Vandin fyri innannøring er  stórur, men við greiðum ætlanum og góðum samstarvi, ber til at arbeiða seg burtur úr hesum.  

“Felagið Føroysk Ross varð sett á stovn í 1978 fyri at bjarga Føroyska Rossinum. Ágrýtnið hjá  okkara limum og samstarvið við myndugleikar, so sum Búnaðarstovuna og Nordgen, hevur ført  við sær, at vit í dag hava ein stovn á 82 ross. Hetta er í sær sjálvum ein sólskinssøga. Og tó  hava vit í fleiri ár roynt at fingið stovnin upp um 100 ross, men hetta vísir seg at vera ómøguligt  við teimum umstøðum, vit hava at arbeiða í. Í staðin fyri at økja um rossastovnin, er stovnurin  farin frá 95 niður á 82 ross seinastu árini. Við hesi kós, er rossið á veg ígjøgnum enn ein  fløskuháls. Avbjóðingarnar eru stórar enn, og varðveitingararbeiði má halda fram”, sigur  forkvinnan í Felagnum Føroysk Ross, Signa Kallsoy Joensen.  

Felagið Føroysk Ross, Búnaðarstovan og Nordiskt Genresurscenter (NordGen) hava  samstarvað um nýggju ætlanina. Nordgen er norðurlendsk vitanarmiðstøð fyri arviligt tilfeingi.

“Uppskotini í nýggju ætlanini eru ítøkilig, hava eitt vísindaligt grundarlag og eru í tráð við  leiðreglurnar hjá United Nations’ organization for food and agriculture (FAO). Treytað av, at  ætlanin verður tikin í álvara, hava vit góðar vónir um, at hon kann tryggja føroyska  rossastovnin, so at hesi ross eisini kunnu vera til gagn fyri framtíðar ættarlið”, sigur Mervi  Honkatukia, leiðari á deildini fyri húsdjór í NordGen. 

Ætlanin fyri, hvussu vit bjarga Føroyska Rossinum kann takast niður við at trýsta á hesa  leinkjuna. 

Ætlanin verður løgd fram á ársaðalfundinum hjá Felagnum Føroysk Ross, sum verður hildin á  Búnaðarstovuni mikudagin 27 mars kl. 19.00. Skráin kann lesast á www.ffr.fo 

Meira kunning fæst við at venda sær til: 

Jens Ivan í Gerðinum 

Landbúnaðarráðgevi og deildarleiðari á Búnaðarstovuni 

telefon +298 299010 

e-mail jiig@bst.fo 

Signa Kallsoy Joensen 

Forkvinna í felagnum føroysk ross 

telefon +298 253449 

e-mail ffr@ffr.fo 

Mervi Honkatukia 

Deildarleiðari, NordGen húsdjór 

telefon +47 40 72 94 78 

e-mail mervi.honkatukia@nordgen.org


English : Native to the Faroe Islands, the Faroese Horse has roots that can be traced back to when the Norse settlers arrived in the islands more than 1 000 years ago. Today, the breed is  severely threatened by extinction and urgent action is required. Suggestions on concrete  measures for saving the breed for the future are now described in a newly published Action  Plan for the Conservation of the Faroese Horse. 

The Faroese Horse is small, but hardy and resilient. Through the centuries, it has adapted to  the Faroese climate and way of life, and it is now a crucial part of our cultural heritage. In the  1960’s, the breed was close to extinction with only a handful of individuals remaining. Since  then, the struggle to save the breed has been ongoing. 

“At the Agricultural Agency we can see the need for a holistic approach in saving the Faroe se Horse. As the action plan suggests, an official and well-funded breeding programme is key for  expanding the horse population. But inbreeding monitoring, a cryoconservation programme,  documentation and marketing of the breed are also important tools that need to be in place – and this must be conducted with close cooperation between both the governmental  authorities and the private horse owners as well as the Faroese Horse Association. Last spring,  the Agricultural Agency delivered a suggested roadmap on the domestic breeding work  needed, to the ministry responsible for agricultural affairs, and we are eagerly awaiting their  response now”, says chief Agricultural Officer Tróndur Gilli Leivsson at Búnaðarstovan, the  Agricultural Agency. 

The export and replacement of horses in the beginning of the 20th century led to important  genetic material being lost forever - a bottleneck which left the horse breed sensitive to  inbreeding. This can be overcome, but collaboration is key. 

“The Faroese Horse Association (Felagið Føroysk Ross) was formed in 1978 as an organization  dedicated to saving the breed. Thanks to the commitment of our members and the  collaboration with local authorities such as the Agricultural Agency, we now have 82 horses in  the Faroe Islands. This itself is a success story and a remarkable recovery. However, for almost  a decade, we have been attempting to reach over 100 individuals. Unfortunately, this task has  proven to be impossible given the circumstances we are working with. Instead of increasing in  size, the population has declined from 95 individuals to 82 in the past few years. If this trend  continues, the Faroese horses will experience another bottleneck event. We cannot rest yet,  the challenge persists,” says the chairperson Signa Kallsoy Joensen at the Faroese Horse  Association. 

The now published action plan has been developed in cooperation with the Faroese Horse  Association (Falagið Føroysk Ross), the Agricultural Agency and Nordic Genetic Resource  Center (NordGen) – the Nordic countries’ knowledge centre for genetic resources.  

“The suggested measures in the Action Plan are concrete, science-based and in line with the  guidelines from the United Nations’ organization for food and agriculture, FAO. We have high  hopes that they, if realized, can lead to a substantial revitalization of the Faroese horse population so that these horses can be enjoyed by future generations as well”, says Mervi  Honkatukia, Leader of the farm animal section at NordGen. 

The Action Plan for the Conservation of the Faroese Horse can be downloaded through this link.

For more information, please contact:  

Jens Ivan í Gerðinum 

Section Leader, Farm Animals, Búnaðarstovan - Agricultural Agency 

Phone +298 299012 

e-mail jiig@bst.fo 

Signa Kallsoy Joensen 

Chair, the Faroese Horse Association 

Phone +298 253449 

e-mail ffr@ffr.fo 

Mervi Honkatukia 

Section Leader, NordGen Farm Animals 

+47 40 72 94 78 

mervi.honkatukia@nordgen.org


Jóna Ólavsdóttir