Aðalfundurin og vognskeiðið útsett
Vegna smittuvandan fyri koronavirusinum er aðalfundur felagsins og vognskeiðið útsett.
Bæði aðalfundurin og vognskeiðið skuldu vera á økinum hjá Føroya Ríðingarfelag, sum er ein partur av Ríðisamband Føroya, og harvið eisini Ítróttasamband Føroya (ÍSF).
ÍSF mælir til, at øll tiltøk tær næstu 2 vikurnar skulu útsetast, ella avlýsast, vegna smittuvandan av koronavirusinum.
Tá støðan er blivin greiðari, og vit vita nærri, verður boðað frá, nær aðalfundurin og vognskeiðið verða.
Vit heita á allar rossaeigarar, at leggja eina ætlan fyri røkt av tykkara rossum, í fall tit mugu í sóttarhald ella gerast sjúk, og ikki kunnu taka tykkum av rossunum.
Støðan nú næstu dagarnar er eitt gott høvi til, at brúka tíðina saman við okkara kæru, børnunum og rossunum. Farið nú væl við tykkum sjálvum og tykkara medmenniskjum.
Nevndin