Føroyska rossið hevur ikki val møguleikar

 

Seinastu dagarnar eru fleiri valplakatir komnar upp kring landið. Ein teirra kann sigast vera sermerkt, nevniliga ein mynd av einum føroyskum rossi við blómukransi. 

  • Visti tú, at føroyska rossið er DNA skrásett at vera serføroyskt og finst ikki aðrastaðni í heiminum?

  • Visti tú, at BARA 87 føroysk ross eru til yvirhøvur?

  • Visti tú, at hóast fólk uttanlands vilja hjálpa, so loyva vit tí ikki?

  • Visti tú, at føroyska rossið er partur av okkara søgu og mentan?

Boðskapurin er:

  • Bjarga føroyska rossinum - tíðin er .

  • Gev rossinum fleiri bústaðar møguleikar við útflutningsloyvi.

  • Loyv fleiri fólkum at fáa gleði av okkara serliga rossaslagi við útflutningsloyvi.

  • Tryggja ein sunnan stovn við rossum uttanlands, skuldi ein farsótt herjað í Føroyum.

  • Loyv altjóða marknað = økja føroyskan marknað.

  • Stimbra ílegu margfeldi og fakliga aling av rossum.

  • Lurtið eftir serfrøðingum frá NordGen (The Nordic Genetic Resource Center) og SLU (Swedish University of Agricultural Sciences).

  • Fleiri brúkarar = ymisk brúksvirði.

  • Loyv okkara eftirkomarum at njóta og uppliva føroysk ross

Rossið bjóðar tær:

  • Náttúrurøkt/"rewildening"/sambit

  • Sálar- og heilsubót

  • Gleði

  • Rørslu

  • Túrar út í náttúruna

  • Ábyrgdarkenslu

  • Áminning og minnir um søgu og mentan

  • Val og møguleikar

  • Tjóðskaparkenslu og sjálvsvirðing

 
Jóna Ólavsdóttir