Undirskriftirnar handaðar til landsstýrismannin

 

Jóna Ólavsdóttir formaður í Felagnum Føroysk Ross handar Magnusi Rasmussen landsstýrimanni undirskriftirnar.

Mynd: Bjarni Árting Rubeksen / KVF.fo: https://kvf.fo/netvarp/uv/2021/11/17/froysk-ross-stovnurin-um-doyggja-t

 
 

Magnus Rasmussen, landsstýrismaður í umhvørvis- og vinnumálum, fekk mikudagin 17. nov. yvir 1200 undirskriftir handaðar frá Felagnum Føroysk Ross. Ein stórur partur av undirskriftunum er frá serfrøðingum og fakmyndugleikum bæði innan- og uttanlands.

Føroyski rossastovnurin telur í dag, alt í alt, undir 100 ross. Nýggjastu tølini hjá FAO siga, at stovnurin skal hava omanfyri 3000 aliryssur, skal hann ikki vera hóttur. Ein stovnur við 3000 - 6000 aliryssum er viðbrekin. Tískil er eyðsæð, at støðan hjá føroyska rossastovninum er sera álvarsom.

Felagið heitir á landsstýrismannin um at seta munagóð átøk í verk, sum tryggja framtíðina hjá føroyska rossinum.

Føroya Løgting hevur tikið undir við sáttmálanum um lívfrøðiligt margfeldi (The Convention on Biological Diversity), og harvið eru Føroyar bundnar at tryggja lívfrøðiligt margfeldi og varðveitslu av føroyskum húsdjórum.

Magnus Rasmussen tók væl ímóti undirskriftunum, og segði seg taka málið í álvara. Harumframt segði hann, at sjøtul er settur á arbeiðið í umhvørvis- og vinnumálaráðnum.

 
 

Myndirnar tók Bjarni Árting Rubeksen fyri Kringvarpið, tá undirskriftirnar vórðu handaðar til landsstýrismannin í umhvørvis- og vinnumálum. https://kvf.fo/netvarp/uv/2021/11/17/froysk-ross-stovnurin-um-doyggja-t

 
Jóna Ólavsdóttir