Felagið Føroysk Ross

View Original

X við náttúruna og føroyska rossið

X við náttúruna og føroyska rossið

Føroyar. Her liva og virka vit. Í hesum lítla oyggjasamfelagnum hava vit altíð liva við og av náttúruni. Náttúran og føroyska mentanin er rótfest í okkum, og skurðurin er ein sterk og rík tjóð, sum er ótrúliga dugnalig at lívbjarga sær. Hóast vit eru fá í tali, so hava vit millum annað listafólk, ítróttafólk og vinnulívsfólk, ið eru fremst í altjóða høpi.

Har rótin er djúp og sterk, har trívist og blómar gróðurin. Latið okkum hjúkla um og taða væl. Latið okkum virðismeta og raðfesta rótina, so skurðurin framhaldandi verður góður.

Ein áheitan til allar flokkarnar, nú val er fyri framman, og ein áheitan til allar veljarnar, ið mynda Føroya framtíð.

Latið okkum vera saman um náttúruna og eisini okkara føroyska upprunaross.

Jóna Adelaide Ólavsdóttir

Forkvinna í Felagnum Føroysk Ross