Summer of love
Jórun Sumberg-Olsen, Irdi Petersen og Hans Petersen fóru í fyrstu helvt av 2012 undir at gera eina menningarætlan, sum var løgd fram, á aðalfundinum hjá Felagnum Føroysk Ross, í oktobur 2012. Hettar endaði við, at blíva til Summer of Love 2013.
Endamáli við Summer of Love, var at fáa so nógvar ryssur, sum gjørligt, til greðing, við so lágum innannøringsvirði, sum til bar.
Nærri frágreiðing, um Summer of Love
Vit valdu at ala í smáum flokkum, vegna teimum nattúrligu og praktisku fyrimununum, sum standast av tí.
Tann nýggi leisturin bar við sær, at alingin fór fram undir skipaðum viðurskiftum. Tann mest framkomna tøknin og vitanin varð brúkt, til at fremja alingina.
Okkara djóralæknar, Jórun Sumberg-Olsen og Marianne Rom, brúktu teir nýggjastu teknikkirnar til at kanna, og identifisera ryssur, sum kundu hava trupult við at kvidnast. Hendan vitanin og tøknin, hevur ikki verið brúkt í alingini av føroyska rossinum áður, eiheldur í øðrum høpi í Føroyum.
Ryssurnar viðgjørdar og kannaðar á Búnaðarstovuni
Á døgunum 21 juni til 26 juni, blivu 9 føroyskar ryssur kannaðar, og viðgjørdar fyri bruna, og bakteriu vøkstur í lívmóðurini.
Í nøkrum ryssum vóru funnar bakteriur av slagnum Stafylokokkar, Streptokokkar og E-Coli. Ein ryssa hevði umframt bakteriur, eisini Candidasvamp, sum er sera ringur at viðgera.
Í samband við professionella aling í útheiminum er vanligt, at ryssur verða kannaðar fyri bruna í lívmóðurini, áðrenn tær fara til greðing.
Hetta verður gjørt fyri, at ryssan skal kunna kvidnast. Um ryssan hevur bruna, ella bakteriu vøkstur í lívmóðurini, verður hon ikki kviðin. Ryssur, sum hava fyl við lið og stutt síðan fola, nýtast vanliga ikki, at verða kannaðar. Men ryssur, sum hava verði geldar, ella hava kasta burtur, skulu kannast.
Rossini í verkætlanin vóru 17 í tali. Tey stóðu á Signabø, í Norðagøtu, Syðrugøtu, Fuglafirði, Kambsdali og Millum Fjarða.
Tey 17 rossini vóru hesi:
Greðingar: Stormur, Bragi, Reyði og Lobo.
Ryssur: Chanel, Lyngheiða, Blanka, Álvan, Luna, Brynja, Snarka, Lý, Ódn, Døgg, Lítla, Freia og Eydna.
Signabø
Í Signabø byrjaði alingin tann 2 juli. Tá vóru ryssurnar Chanel, Lyngheiða og Blanka settar til Storm. Luna kom tann 4 juli. Tann 30 juli komu tvær ryssur afturat. Tað vóru Brynja og Álvan. Tað hevði ikki eydnast Lobo, sum gekk í Syðrugøtu, at springa teimum. So avgjørt var at flyta tær til Signabø.
Norðagøta, Millum Fjarða
3. juli varð Bragi settur inn til ryssurnar Snarku og Lý í Norðagøtu. Fylið hjá Snarku, Josefina var eisini á stykkinum. Fyrst í August blivu tey flutt til eitt nýtt stykki Millum Fjarða. Tann 14 august kom Ódn við fyli, eisini at ganga saman við hinum rossunum Millum Fjarða.
Fuglafjørður, Kambsdalur
7. juli vóru Freia og Eydna settar til Reyða, í hagapartinum Mørkin í Fuglafirði. Stutt aftaná Ólavsøku vóru rossini flutt á annað beiti inni í Kambsdali. Tann 2 august komu Lítla, og fyl hennara Iris, eisini at ganga hjá Reyða. Lobo hevði heldur ikki hepnast, at springa Lítlu, meðan hon var á rið.
Syðrugøta
6. juli vóru Brynja og Álvan settar til Lobo í Syðrugøtu. Tær vóru tá, tann 30 juli, fluttar haðani til Storm, vegna at Lobo ikki megnaði at springa teimum. Tann 2 august var Lítla so sett til Lobo, hon hevði sítt fyl Iris við sær. Lítla bleiv tá flutt til Reyða í Kambsdali, eftir at tað heldur ikki eydnaðist Lobo, at springa henni tá hon var á rið. 14 august var Døgg sett til Lobo í Syðrugøtu.
Kanning av ryssum eftirfylgjandi
Ryssurnar vóru fluttar úr flokkunum og á Búnaðarstovuna. Har blivu tær tann 27.09.13 kannaðar av Marianne Rom.
Marianne Rom er djóralækni við serfrøði í reproduktión. Hon kom allan vegin úr Danmark, við sínum egna skannara, soleiðis at hon kundi kanna, hvørjar ryssur vóru kvidnar.
Hon kannaði eisini ryssurnar, fyri at síggja um eggjastokkarnir vóru virknir ella ikki.
Lyngheiða, Eydna og Blanka eru allar gamlar. Marianne kundi konstatera at tær allar hava óvirknar eggjastokkar. Tað vil siga, at tær ongantíð kunnu fáa fyl aftur.
Freia, Døgg og Brynja vóru heldur ikki kvidnar. Men við eitt sindur meira av viðgerð í lívmóðurini, vænta vit at tær kvidnast í 2014.
Álvan gjørdist tíðan verri rættuliga sjúk. Hon fekk eina allergiska reaktión, vegna streptokokkar sum hon bar í sær. Hon er tí um at verða heilt frísk aftur.
Tær kvidnu ryssurnar vóru Chanel, Luna, Lý, Ódn, Snarka og Lítla.
Tann 27.9.13 var støðan
Chanel kviðin uml. 6 - 7 vikur, Luna kviðin, uml. 3 mánaðir. Lý kviðin, uml. 1 mánað, Ódn kviðin, uml. 3 vikur. Snarka kviðin, uml. 28 dagar. Lítla kviðin, uml 2 mánaðir.
Chanel, Luna og Lý eru ryssur, sum ikki hava kvidnast áður. Tað hevur verði illgruni til at innannøring møgulig var orsøk til tess.
Tað vísti seg at tær høvdu tørv á viðgerð og síðani kvidnaðust tær.
Hyggur man burtur frá ryssum við óvirknum eggjastokkunum. So eru tað 6 av 9 ryssum, sum eru kvidnar. Tað eru góð tøl í fylgi Marianna Rom, sum hevur drúgvar royndir á økinum.
Arbeiðsmegin
Arbeiðsmegin í samband við verkætlanina hevur verið sjálvboðin og ólønt.
Arbeiðið hevur umframt alt fyrireikingararbeiðið eisini fevnt um tað praktiska. At kanna og viðgera ryssurnar, gera stykkini klár, sáa bøin, koyring av tilfarið, koyring av rossum og eftirlit við rossunum í samband við alingina.
Vit hava tilsaman nýtt uml. 500 tímar uppá tað praktiska arbeiði.
Stuðlar.
Tað er gleðiligt at so nógvar fyritøkur hava tikið ábyrgd og staði saman við okkum í arbeiðinum at varðveita føroyska rossi. Vit hava fingið rættuligan dyggan stuðul frá fyritøkum.
Stuðulin sum var søktur og latin til verkætlanina tók ikki útgangsstøði í kontant upphæddum, men var søktur frá fyritøkum sum umboða vørur sum tørvur var á í samband við verkætlanina. Fyritøkurnar hava allar verði sera positivar mótvegis verkætlanina.
Vit takka
Vit eru sera takksom fyri allan stuðulin og arbeiðið sum er framt.
Vit takka Jórun og Marianne fyri teirra slóðbrótandi arbeiði.
Øll hjálparfólkini sum hjálptu til á Búnaðarstovuni og úti á markini skula eisini hava eina stóra tøkk fyri framúr gott arbeiði.
Vit vilja siga serliga takk til Dortheu, Signu og Signabøgarð, Lýggjas og Arnfríð í Húsgarði, Mortan Joensen, Anfinnur Huusgaard, Irdi Petersen og Fuglafjarðar kommunu fyri at tit hava lagt jørð til.
G festivalurin hevur eisini eitt serligt pláss í øllum hesum. Tey hava sýnt okkum sera nógvan goodwill. Útyvir tað løtu tey eisini atgongumerkini sum blivu burtur lutað millum ryssu eigararnar. Takk fyri tað.
Búnaðarstovan hevur verði sera jalig yvirfyri verkætlanini. Vit eru sloppin at nýta bæði lendi og hølir. Starvsfólkini hava verði sera professionel og fyrikomandi.
Fyritøkurnar skula hava rós og eina stóra tøkk fyri at hava tikið ábyrgd og stuðla arbeiðinum so væl. Hesin stuðulin hevur verði alneyðugur fyri arbeiði.
Takk til Niels Arge Galan fyri góð ráð og ein motiveradi anda.
Takk til Alfa Transport fyri tær óendaliga nógvu tænasturnar í gjøgnum tíðina.
Vit hava upplýst so gott sum vit hava verði ment hvør stuðlar okkum. Hettar var gjørt í samband við eina framsýning á G festivalinum.
Hesta trailarin sum var nýttur til verkætlanina var eisini prýddur við einari bannara lýsing við búmerkinum hjá øllum stuðlunum, sum eitt rullandi reklamu skelti.
Eftirmeting
Sum altíð í slíkum verkætlanum er tað neyðugt við broytingum fyri at kunna passa seg til nýggjar støður sum koma.
Vit tøku tær neyðugu avgerðirnar og loystu teir knútarnar sum vóru. Samanumtiki gjørdu vit akkurát tað sum vit høvdu sett okkum fyri.
Vit kunna verða nøgd og errin av hesum megnar takinum sum vit í felag hava tikið.
Komu vit á mál? Svari er ja! Endamálið bleiv uppfylt: At fáa so nógvar ryssur sum gjørligt til greðing við so lágum innannøringsvirði sum til bar.