Felagið Føroysk Ross

View Original

Við Tórði á túri um føroysk húsdjór

https://kvf.fo/tordur-a-turi?sid=107883

Í Føroyum er Tórður Mikkelsen væl kendur millum manna, og sendingarnar Við Tórði á túri eru væl umtóktar. Í apríl mánað kom sendingin Við Tórði á túri um føroysk húsdjór út, og vit, í Felagnum Føroysk Ross, eru sera takksom fyri eina væl úr hondum greidda sending og fyri møguleikan at vera við.

Trýst á leinkjuna niðanfyri og lurta eftir sendingini Við Tórði á túri um føroysk húsdjór.

Signa Kallsoy Joensen til vinstru og Elisabet Thomsen til høgru.

Inni á heimasíðuni hjá Kringvarp Føroya skrivar Tórður: “Á Royndarstøðini máta tey føroysku rossini fyri at staðfesta hvussu tey eru bygd, so tey fáa sín egna standard at ala eftir. Signa Joensen av Signabøgarði og Elisabet Thomsen úr Hvannasundi greiða rossunum. Tær siga, at tað er umráðandi at finna eitt brúksvirði fyri føroysku rossini. Tey eru ikki egnað at ríða kapp móti teimum útlendsku, men tey eru væl egnað at draga ymiskt og serliga væl egnað eru tey til børn, tí tey eru so tolin og spakfør. Signa og Elisabet eru sannførdar um at vit sjálvsagt eiga at hava okkara egna rossaslag.

Signa K. J. til vinstru. Heiðrún Sigurðardóttir mátar rossið, og Tanja Rún Jóhannsdóttir skrivar mátini niður.

Heiðrún Sigurðardóttir, kynbótafrøðingur úr Íslandi,  mátar rossini. Hon er hugtikin av at føroyingar hóast alt hava klárað at varðveitt føroyska rossið, sum er væl egnað til lendið í Føroyum. Okkara ross er eitt sindur styttri og væl lægri enn íslendski hesturin, men beinini og hógvarnir eru sterk. Nú eru tey 87 í tali, men tað er neyðugt at koma upp á 200 ross fyri at tryggja stovnin.

Karl Jóhan Nielsen

Karl Jóhan Nielsen í Vatnsoyrum tók í 1978 stig til at stovna Felagið Føroysk Ross. Tá hildu nógv fólk, at tað gamla føroyska rossið var horvið. Men við miðvísum arbeiði varð staðfest, at tað var ikki farið og álítandi blóðkanningar staðfestu, at føroyska rossið er eitt egið ross, ið ikki líkist nøkrum øðrum. Hetta gav mót um at fara undir at ala undan nøkrum útvaldum rossum. Karl Johan heldur, at at føroyska rossið hevur góðar eginleikar, sum føroyingar ikki hava dugað nóg væl at virðismett.

Jóna Adelaide Ólavsdóttir og ryssan Mika.

Jóna Adelaide Ólavsdóttir er forkvinna í Felagnum Føroysk Ross. Hon sigur, at felagið leggur dent á styrkirnar hjá okkara rossi. Tey eru serliga tolin, blíð og rólig. Tey eru væl egnað til alt uttan kappingar móti útlendskum rossum. Lendið tolir betri føroysk ross, tí tey eru lættari og bíligari at hava. Fleiri og fleiri fáa eyguni upp fyri dygdunum hjá føroyska rossinum. Stóra ynskið hjá felagnum beint nú er at fáa neyðugu lógarbroytingina, sum gevur loyvi at útflyta ross, so fólk uttanfyri Føroyar sleppa at hjálpa til at varðveita rossið.”

Sí fleiri myndir, og eitt stutt filmsbrot, við at trýsta á leinkjurnar niðanfyri.