Felagið Føroysk Ross

View Original

Nevndin og ársfrágreiðingin

Aðalfundur felagsins varð hildin í felagshúsinum hjá Føroya Ríðingarfelag tann 24 juni. Fundurin varð hildin sambært viðtøkum felagsins, og afturat vanligu skránni vóru viðtøkubroytingar.

Linda Margrethe Hesselberg varð vald til fundarstjóra og Dorthea Joensen til fundarskrivara. Jóna Ólavsdóttir, forkvinna, greiddi frá virkseminum farna árið, og síðan legði Dorthea rokniskapin fram, sum bleiv góðkendur.

Formaðurin verður valdur fyri eitt tvey ára skeið, so Jóna, ið varð vald til formann í fjør, stóð ikki fyri vali í ár, men nevndar- og tiltakslimir standa fyri vali á hvørjum ári, og valdu Jórun Sumberg-Olsen og Signa Kallsoy Joensen at stilla uppaftur og vórðu afturvaldar. Sum tiltakslimir vóru Joan Hansen og Kristina Maria Fjallstein valdar. Joan var eisini tiltakslimur í fjør, og vit ynskja Kristinu Mariu vælkomnari, og takka Irdi Petersen fyri hennara tíð, sum tiltakslimur.

Limagjaldið skal setast á hvørjum ári, og samtykt varð at hava limagjaldið óbroytt, 300 kr.

Nýggju viðtøkurnar og formansfrágreiðingin kunnu síggjast við at trýsta á leinkjurnar niðanfyri.


Nevndin 2020-2021

Jóna saman við føroysku aliryssuni Miku. Tórður Mikkelsen hevur tikið myndina.

Formaður felagsins er Jóna Adelaide Ólavsdóttir rossafrøðingur og B.Sc. í ríðifrálæru og rossavenjing frá Háskúlanum á Hólum í Íslandi. Jóna kom í nevndina hjá Felagnum Føroysk Ross í 2014 eftir hon flutti heim úr Íslandi eftir lokna útbúgving, og í 2019 gjørdist hon formaður í felagnum. Jóna eigur føroysku aliryssuna Miku og ryssufylið Lottu.

Jórun til arbeiðis, sum djóralækni, og tveir føroyskir greðingar. Jóna Ólavsdóttir hevur tikið myndina.

Næstformaður felagsins er Jórun Sumberg-Olsen, djóralækni. Jórun kom í nevndina hjá Felagnum Føroysk Ross í 2012, og hevur síðan tá verið virkin nevndarlimur í felagnum. Jórun arbeiður, sum djóralækni, í Danmark og ferðast javnan heim til Føroyar í samband við djóralæknaarbeiðið, fyri føroysku rossini, millum annað blóðroyndir, skoling av aliryssum, skannað fyljaryssur, chipmerkja ross og ráðgeving.

Signa saman við manni og børnum. Børnini sita á føroysku ryssuni Døgg, sum var 10 ára føðingardagsgávan hjá Signu. Tórður Mikkelsen hevur tikið myndina.

Kassameistari felagsins er Signa Kallsoy Joensen, ið er uppvoksin á Signabøgarði og hevur B.Sc. í Mýlalívsvísindi frá Fróðskaparsetri Føroya. Signa kom í nevndina hjá Felagnum Føroysk Ross í 2013, og síðan 2017 hevur hon verðið kassameistari í felagnum. Á Signabøgarði hava tey 11 føroysk ross, og áleið 1 fyl verður folað um árið.

Kristina Maria saman við greðinginum Drotti. Halla Gunnarsdóttir Fjallstein hevur tikið myndina.

Tiltakslimur í felagnum er Kristina Maria Fjallstein. Kristina Maria hevur fingist við føroysk ross í góð 6 ár, og tey seinastu 3 árini hevur hon arbeitt nógv við aling av føroyskum rossum. Kristina Maria eigur føroyska greðingin Drottur av Borg, ið hevur verið brúktur í aling og, sum hon hevur tilriðið við góðum úrslitum í vetur.

Joan saman við manni og soni. Sonurin, Magne, situr á føroysku ryssuni Brim. Gurið Djurhuus hevur tikið myndina.

Tiltakslimur í felagnum er Joan Hansen. Joan hevur fingist við ross í góð 20 ár, og til gamans kann nevnast, at hennara fyrsta egna ross var føroyska ryssan Ronja, sum Joan keypti fyri sína fyrstu arbeiðsløn. Joan hevur riðið nógv kapp, og tó Ronja var lítil á vøkstri, so rann hon skjótt og væl. Joan eigur í dag føroysku ryssuna Brim, og vantar sær fyl undan henni í summar.