Felagið Føroysk Ross

View Original

Rossini flutt úr Mykinesi

Tyrlan lend við rossunum, og kassin verður loystur frá tyrluni, áðrenn rossini verða leidd úr kassanum. Mynd: Bina Ólavsdóttir.

Ein lítil flokkur av føroyskum rossum hevur gingið í haganum í Mykinesi í fleiri ár, men nú eru rossini flutt av oynni.

Í allar fagrasta veðri vórðu rossini flogin við tyrlu inn til Gásadals. Í Mykinesi vórðu rossini doyvd, og síðan leidd inn í stóra stál flutningskassan hjá tyrluni, har tey stóu bundin tvey og tvey til hvønn túrin. Fyrstu rossini av oynni vórðu bæði ryssufylini undan Fenju og Jalli, og síðan vórðu Fenja og Jallur flogin inn. Tey hava øll 4 fingið nýggj og góð heim.

Eitt ross stendur eftir í Mykinesi, og hetta er 3 ára gamli greðingurin, Mergur, sum er undan Jalli og Bestlu. Hóast tað ber til at kela Mergi, so eydnaðist tað ikki at fáa grímu á hann, og tískil mátti hann standa eftir. Mergur er flottur hestur, og eisini hann hevur fingið bjóða nýtt heim. Arbeitt verður í løtuni við at fáa grímu á hann, so hann kann verða fluttur av oynni og til sítt nýggja heim.

Oyggin Mykines er, sum mongum kunnugt, torfør til atkomu vegna hørðu streym og hav viðurskiftini kring oynna, ið liggur vestast í Føroyum. Í gomlum døgum kundi oyggin liggja avbyrgd í fleiri mánaðir, og eiheldur í góðum veðrið var tað løtt uppgáva at flyta stór kríatúr til og av oynni. Men tað vóru eisini akkurát hesi serligu viðurskiftini, sum gjørdu, at tá man í 60unum fór at leita eftir síðstu serføroysku rossunum, at man spurdi seg fyri úti í Mykinesi.

Gunnvá Jónsdóttir, úr Bø, skrivar:

"Tá eg var barn áttu vit eina ryssu, sum æt Mykinesryssan. Babba, Jón Joensen, fortaldi, at Jógvan í Ápramstovu (í Mykinesi) átti ryssuna, og hann spurdi Jógvan um ryssuna. Jógvan var beinasamur, og játtaði, at hann kundi fáa ryssuna. Hann tók av, hóast møguleikar, at fáa fyl, undan 27 ára gamlari ryssu, ikki vóru teir bjartastu. Men hetta mátti roynast. Súlan sigldi í rutu til Mykinesar. Ryssan varð leidd inn á dekkið á Súluni, og í fagrasta veðri sigld inn til Sørvágs, har hon við kranabili hjá "Djóvinum", varð lyft upp á keiina. Ryssan var reyð við ljósum faksi. Hon varð nevnd Mykinesryssan og fekk 3 fyl. Tá Mykinesryssan var í Mykinesi, æt hon Liselotta. Endamálið var at varðveita hitt føroyska rossið, og tað lukkaðist”.

Mykinesryssan verður leidd umborð á Súluna í 1966.

Mykinesryssan er ein av hornasteinunum undir føroyska rossastovninum, tí hon var 1 av teimum 4 upprunarossunum, sum man í 70unum valdi at halda seg til, tá man fór undir málrætta aliarbeiði.

Úr søgu felagsins:

“Bara fýra upprunaross

Á fundinum 11. mars 1978 varð tosað um, hvørji ross kundu vera eftir av føroyska slagnum. Tey eldru, William, Thorstein, Leivur, Bergljót og Jón, vóru samd um, at talan helst bara kundi vera um tey ross, ið vóru ættað frá hesum fýra rossunum: Norðurstovuhesturin, folaður 1944, Svanna, folað 1945, Mykinesryssan, folað 1946, og Jaspur, folaður 1962. Av hesum fýra rossum var bert Jaspur tá eftir á lívi.

Royndir at varðveita føroyska rossið vóru longu gjørdar mitt í 1960’unum, tá Jón Joensen keypti Jaspur úr Gásadali fyri at forða fyri, at hann varð geldur. Í 1966 keypti Jón eisini Mykinesryssuna, og í 1968 keyptu Leivur og Bergljót í Hoydølum Stjørnu 2, sum var undan Norðustovuhestinum og Lottu, dóttir Svannu. Seinni útvegaðu eisini onnur sær ross av føroyskum uppruna við tí í hyggju at ala undan teimum.”

Nú føroysk ross aftur eru flutt úr Mykinesi, við tí fyri hyggju at varðveita serføroyska rossastovnin, verður spennandi at fylgja við, hvussu leikur fer. Enn er stovnurin ikki trygdur frá vandanum at doyggja út.

Myndir: Bina Ólavsdóttir