Felagið Føroysk Ross

View Original

Pørini í ár

Treysti og Ósk. Mynd: Jóna A. Ólavsdóttir

Eins og undanfarin ár skipaði Felagið Føroysk Ross fyri alingini. Sí eldri tíðindi við at trýsta á her! Fyri at fáa samansetingina av pørum so gagnliga fyri stovnin sum gjørligt, blivu telduforritið EVA og skrásetingarskipanin Føroya Fongur brúkt. Av tí at føroyski rossastovnurin er somikið lítil, verður dentur lagdur á at halda innannøringini niðri og varðveita arvaliga fjølbroytni.

Í ár fóru 5 ryssur til greðing. Ætlanin er at fáa ryssurnar skannaðar í heyst, so staðfestast kann, um tær eru kviðnar ella ikki, og harvið kann tann hóskandi røktin tilrættisleggjast.


Garpur av Argjum og Fagra úr Tórshavn

Saman frá 9. juli til 19. august.

Garpur, ið er 9 ára gamal, hevur frammanundan 2 fyl. Hann er pápi til Iðunn av Dalsgarði, sum bleiv folað í summar, og Frigg úr Sandvík, sum bleiv folað í 2018.

Fagra er 4 ára gomul, og tískil er hetta fyrstu ferð hon er hjá greðingi. Um hon er kviðin, so verður tað fyrsta fylið hjá henni.


Hoyðrik úr Kunoy og Álva av Argjum

Saman frá 6. juli til 13. august.

7 ára gamli Hoyðrik hevur bara verið hjá eini ryssu áður, og tískil hevur hann bara 1 fyl. Hann bleiv pápi til Frama úr Giljum í fjør.

7 ára gamal Álva hevur verið hjá greðingum fyrr, men enn hevur ikki eydnast at fáa hana kviðna. Hon hevur tískil eingin fyl fingið enn. Í ár hevur hon fingið viðgerð frá djóralækna, og havt Hoyðrik fyri seg sjálva. Hoyðrik var á henni 7. juli, og hon hevur ikki víst tekin til at vera áriðin aftur. Vit eru tí spent og vóna, at hon bleiv kviðin hesaferð, og eitt lítil fitt fyl kemur komandi ár.

Myndir: Jóna A. Ólavsdóttir


Kopar úr Kaldbak og Tám av Signabøgarði

Saman frá 6. august og eru enn saman.

Kopar, ið er 4 ára gamal, var hjá ryssu fyri fyrstu ferð í fjør, og hann bleiv pápi til Ymir av Fagradali í summar. Kemur eitt fyl komandi summar, verður tað annað fylið hjá Kopari.

Tám, ið er 5 ára gomul, hevur ikki verið hjá greðingi áður, og gongst sum ætlað, fer hon at fola sítt fyrsta fyl komandi summar.

Myndir: Signa Kallsoy Joensen


Treysti úr Villingardali saman við Ósk úr oyndarfirði og Lousianu úr Kollafirði

Saman frá 8. august og eru enn saman.

Treysti er 3 ára gamal, og hetta er fyrstu ferð hann er hjá ryssum. Somuleiðis hava hvørki Ósk ella Lousiana verið hjá greðingi áður. Ósk er 7 ára gomul og Lousiana er 5 ára gomul. Tað verður spennandi at fáa ryssurnar kannaðar í heyst, og vóna vit tær verða staðfestar kviðnar.

Myndir: Jóna A. Ólavsdóttir


Vit gleða okkum longu til fylini koma í 2024.