Felagið Føroysk Ross

View Original

Fylið er komið

Frami fær ein heitan mjólkarsopa frá mammu síni.

Frami bert nakrar fáar tímar gamal.

Fylið, sum vit hava bíða so spent eftir, er endiliga komið. Eitt sera vakurt svartflekkut hestfyl.

Í góðveðrinum gjáramorgunin millum kl. 8 og 11 folaði Flykra eitt vakurt og sunt fyl, og teimum heilsast báðum væl. Hetta er fimta fylið undan Flykru og fyrsta fylið undan Hoyðriki.

Fylið hevur fingið navnið Frami úr Giljum. Frami er 3 ættarliði í alingini úr Sandavági, sum Jóanis Nielsen í Sandavági byrjaði fyrst í 90unum.

Hoyðrik, sum er pápi Frama.

Flykra, sum er mamma Frama.

Flykra er 16 ára gomul. Hon er ein sera fitt og góðslig ryssa, sum hevur rigga væl sum ríðingarross. Á myndunum niðanfyri sæst Poulina á Heygum, abbadóttir Jóanis, ríða á Flykru í skrúðgonguni til flaggdagshaldið hjá Vága kommunu í 2021. Til flaggdagshaldið í ár reið Poulina á Degi, sum er 7 ára gamli stóri beiggin hjá Frama. Poulina er heldigi eigarin av Frama.

Flykra í skrúðgongu til flaggdagshaldið hjá Vága kommunu í 2021.

Føroysku ryssurnar Bliss og Flykra til flaggdagshaldið hjá Vága kommunu í 2021.


Vit ynskja Poulinu, og hennara familju, hjartaliga til lukku við vakra og fitta Frama.


Føroysk ross til flaggdagshaldið hjá Vága kommunu í ár. 3 føroysk og 1 íslendskt. Føroysku rossini eru (frá vinstru) Dagur, Flykra og Bliss. Føroyska rossið er góðsligt og væl egnað, sum barnaross.