Felagið Føroysk Ross

View Original

Hvítusunnutúrur í Vágum

Frá vinstru: Joan Hansen á Líggjas og Kristina Maria Fjallstein á Drotti.

Frá vinstru: Kristina Maria Fjallstein á Drotti og Joan Hansen á Líggjas.

Tað er ein árligur siður hjá nógvum rossafólki kring føroyar, at fara langar ríðitúrar vikuskiftið á hvítusunnu. Hesa ársins tíð er hagin oftast turrur og harður, dagarnir langir, næturnar ljósar, og fólk og fæ gleðast um summarið, sum er í nánd.

Føroysku rossini Drottur og Líggjas hava verið ein flottan og góðan hvítusunnutúr úti á Munnanum í Vágum.

Føroyska rossið hevur leingi havt orð á sær at vera avbera fótafimt í haganum. Tann 17. juni 1789 skrivar James Wright í The Journals of the Stanley Expedition: "..we set off on Horse-back being obliged first to cross the Island of Wagoe.." og "..Our horses were very small but the most sure footed animals I ever saw, for altho' the roads were in most places execrable, they did not make one false step the whole way.."

Góða hvítusunnu øll somul.

Á hvítusunnu 2022. Føroysku rossini eru (frá vinstru) Drottur nr. 4 og Líggjas nr. 5.

Á hvítusunnu 2020. Føroysku rossini eru (frá vinstru) Lý nr. 4 og Stormur nr. 9.