Fyrilestur um cryoconservatión av rossum og hóttum djórasløgum
Felagið Føroysk Ross hevur gleði av at bjóða øllum áhugaðum til ein spennandi fyrilestur í sambandi við, at Stallion AI Services tekur sáð av føroyskum greðingum.
Fyrilestrahaldari verður Tullis Matson. Fyrilesturin, sum er almennur, verður á Búnaðarstovuni í Kollafirði, mikukvøldið 14. august 2024 klokkan 19.00
Um Tullis Matson: Tullis Matson er stjóri hjá tí virðislønta felagnum: Stallion AI Services. Í apríl 2022 fekk Stallion AI Services Queen’s Award for Enterprise fyri sítt framúrskarandi arbeiði innan nýskapan. Hetta er tann mest virðismikla virðisløn, sum eitt bretskt virki kann fáa. Tullis hevur í meira enn 30 ár arbeitt við sáðtøku og frysting av sáði frá greðingum. Í 2000 stovnaði hann Stallion AI Services Ltd, sum er ein av teimum mest væleydnaðu greðingasavnssentrunum í Evropa. Tey bjóða tænastur innan sáðtøku, fertilitetsmeting og útflutning av sáði um allan heim.
Tullis er ein framsøkin leiðari, sum hevur ment og tikið í brúk nýggjar tøkni, so sum Post Castration, Epididymal Sperm Harvesting, og handfaring av sáði frá greðingum við lágum fertiliteti. Hann hevur granskað sáðtøku, fertilitet hjá greðingum og frysting av sáði og eggum frá rossum. Hann hevur eisini ment serligar sáðtøkur til greðingar og tikið sáð frá post kastrations testiklum.
Eisini hevur hann sett á stovn Nature’s SAFE, sum er ein vælgerðarstovnur, sum hevur til endamáls at cryoconservera hótt djórasløg.