Í allar fagrasta veðri, tann 8. august, vóru Jórun, djóralækni, og Jóna, forkvinna í felagnum, úti hjá føroyskum alirossum og merktu fylini, sum komu í ár.
Árliga verða føroysk fyl merkt við erflís, DNA testaði og skrásett í Føroya Fongi. Hetta er fyri at tryggja at slagið er reint føroyskt, ættartalvan røtt og so tað til framtíðar ber til at siga við vissu, hvørji tey ymisku rossini eru, um so tey verða flutt og/ella skifta eigara.
Í ár vóru 7 fyl, sum blivu merkt og skrásett, harav 5 ryssufyl og 2 hestfyl.
Síðstu árini eru áleið 6 - 10 fyl komin hvørt summar, og í fjør vórðu 7 fyl skrásett. Tað hevur roynst sera torført undanfarin ár at økja um rossastovnin, og í ár hava bara nakrar heilt fáar ryssur verið hjá greðingi. Felagið arbeiðir miðvíst við eini loysn, men skal hetta bera á mál, so mugu øll leggja sítt til.
Far inn á leinkjuna niðanfyri, fá nærri kunning og skriva undir, um tú ynskir føroyska rossið skal varðveitast. Tín undirskrift ger mun!