Felagið Føroysk Ross

View Original

Føroyska rossið flutt eitt fet frá eggini

Pictures by: Cécile Zahorka, The Pixel Nomad.

Felagið føroysk ross hevur í fleiri ár stríðst fyri at bjarga føroyska rossinum og fyri at vekja politiska áhugan fyri framtíðini hjá tí. Stovnurin er so mikið lítil, at hann verður mettur at vera álvarsliga hóttur og í vanda fyri at doyggja út, um einki munagott verður gjørt. Men hóast fundir og áheitanir, hevur tað higartil ikki eydnast at fáa politisk úrslit. Hvørki neyðug fígging til arbeiðið hjá felagnum ella neyðug lóggáva eru at hóma, hóast bæði mugu til fyri at varðveita serføroyska rossaslagið. Tað skortar ikki við vøkrum orðum ella verbalari virðing fyri arbeiðinum, men føgur orð flyta einki.


Tí hevur felagið seinastu árini arbeitt við at vísa á serliga rossaslagið og støðuna, tað er í, eisini uttanlanda. Og fyri fyrstu ferð í fleiri ár sær framtíðin betri út. Í hvussu er nærmasta framtíðin…. Felagið Føroysk Ross hevur nevniliga fingið ein fíggjarligan styrk, sum ger tað gjørligt at ala tíggju fyl komandi ár. Men loysnin, sum skal gera tað gjørligt, er ein tvørlig og fløkjalig verkætlan, sum tó er einasta loysn í verandi støðu.


Tað er ein dulnevndur grunnur, sum hevur latið eina trivaliga upphædd, 1,5 mió. kr., til hesa verkætlan, sum helst er størsta og týdningarmesta tak at bjarga føroyska rossinum í nýggjari tíð. Ein partur av upphæddini fer eisini til ein heimildarfilm, sum lýsir tilgongdina og álvarsligu støðuna hjá stovninum.


Ætlanin er at flyta tíggju íslendskar ryssur til Føroya úr Danmark, sum skulu vera til reiðar at taka ímóti gitnum eggum. Hetta er ein samansett uppgáva, tí meðan íslendsku ryssurnar eru her, skulu føroyskir greðingar vera hjá tíggju føroyskum ryssum. Síðani verða gitnu eggini flutt yvir í innfluttu ryssurnar, sum á hendan hátt verða burðarryssur. Burðarryssurnar verða, tá eggið hevur fest seg, fluttar aftur til Danmarkar at fola. Fyrimunurin við hesi loysnini er, at føroysk fyl, sum eru folað í Danmark, kunnu fáa pass og harvið flytast millum lond til áhugaðir keyparar.


Felagið Føroysk Ross arbeiðir støðugt við at ala ross í Føroyum, samtíðis sum at ansað verður eftir innannøring, men tað gongur seint, og marknaður er ikki fyri rossunum í Føroyum. Í fjør komu bara trý fyl undan stovninum, sum er 89 ross. Áhugin fyri føroyska rossinum er tó vaksandi uttanlands. Men vegna vantandi lóggávu her heima sleppa føroysk ross ikki av landinum– hóast hetta kundi verið við til at bjarga stovninum – og tá er hendan nýggja verkætlanin áhugaverd, tí hon kann tryggja stovninum eina framtíð við óblandaðum føroyskum alirossum uttanfyri Føroyar.


Felagið Føroysk Ross varð sett á stovn fyri 45 árum síðani. Tá vóru heilt fá føroysk ross til undan einum stovnið við bara fýra upprunarossum. Tað var tí í tøkum tíma, at fólk tóku lógvatak um framtíðina hjá rossinum, so tað ikki skuldi doyggja út, eins og føroyska kúgvin. Leiðin móti einum nóg stórum og fjølbroyttum stovni er tó tung og trupul, tá fígging vantar, og undirtøkan hjá føroyingum ikki er nóg stór.


Føroyska rossið hevur annars gjøgnum øldir lagað seg til føroyska veðurlagið og lendið, sum tað ikki fer líka illa við, sum onnur ross. Tað er lítið, lætt og harðført, og harumframt sterkt og fótafimt. Tað tolir føroyska veturin betur enn onnur ross, etur ikki eins nógv, og so er tað óføra sterkt fyri sína stødd. Tí er tað harmiligt, at vit ikki sjálvi standa saman um okkara egna ross, eisini fíggjarliga og í lóggávu. Tess meiri gleðiligt er tað tá, at grunnar og útlendingar vilja vera við til at flyta føroyska rossið av eggini við hesari verkætlanini. Kanska útlendski áhugin kann kveikja áhugan og styrkja virðingina fyri rossinum her heima.

For english read this : https://www.ffr.fo/tidindi/there-is-new-hope-for-the-faroese-horse