Fimta, sætta og sjeynda fylið í ár
Nú summarið veruliga er byrjað, hava flestu ryssurnar folað. Í seinnu helvt av juni komu fimta, sætta og sjeynda fylið. Vit vita enn ikki við vissu, hvussu verður við fylum undan teimum ryssunum, ið liva sjálvbjargnar úti í høgunum alt árið, men vóna at alt fer at spæla væl av hjá teimum eisini.
Fimta fylið
Fimta fylið kom 18. juni. Tað varð Disan, ið folaði eitt reytt hestfyl. Hetta varð sosatt fyrsta hestfylið, sum kom í ár. Pápin til fylið er Glotti. Glotti er reyður á liti við stórari hvítari stjørnu á enninum, og líkt er til, at hetta fylið undan Glotta eisini hevur eina hvíta stjørnu á enninum.
Hetta er fyrsta fylið undan Glotta, og fimta fylið hjá Disuni.
Disan er millum annað mamma Drott. Drott hava vit skriva um fyrr í summar, tí hann gjørdist pápi fyri aðru ferð, tá Mira folaði eitt ryssufyl 6 juni. Sí eldri tíðini.
Sætta fylið í ár er eisini undan Drotti.
Sætta fylið
Sætta fylið í ár kom longsta dag, 21. juni. Tað var Toyga, sum folaði eitt svart hestfyl. Pápin at hesum fyli er, sum sagt, Drottur. Hetta er bæði triðja fylið undan Drotti, og tað triðja hjá Toygu; og tað er áhugavert at eygleiða, at hóast Toyga hevur ein flottan ljóst reyðan lit við næstan hvítum faksi, so hava øll fylini undan henni higartil verði svørt. Men soleiðis spæla ílegurnar, og tey ið ala, kenna alt til hendan spenningin, hvat man fara at koma undan - kyn, litur og persónleiki.
Hetta flotta svarta fylið undan Toygu og Drotti hevur fingið navnið Tindur úr Kunoy.
Sjeynda fylið
Sjeynda fylið í ár kom 26. juni. Tað var Sif, sum folaði eitt reytt ryssufyl. Hetta er fyrsta fylið hjá Sif. Pápin til fylið er Roði. Roði eigur trý hestfyl frammanundan, og hetta er tískil fjórða fylið undan honum, men fyrsta ryssufylið.
Samanumtikið
Samanumtikið eru sjey fyl komin í ár, harav fimm ryssufyl og tvey hestfyl.
Ryssurnar Mika, Sif og Toyga komu við hvør sínum fyli, og til stuttleikar kann nevnast, at tær eru allar undan ryssuni Lítlu úr Gøtu og tískil hálvsystrar.
Ein onnur ryssa, ið gjørdist omma at trimum fylum í ár er Lý úr Giljum. Lý er mamma ryssuna Erru og greðingarnar Roða og Glotta.