Felagið Føroysk Ross

View Original

Danskir politikkarar heilsa uppá føroysku ryssuna Lítlu

Danskir politikkarar á vitjan í Blásastovu, og Lítla mitt í rokanum. Sept. 2019.

Í Gøtu standa eini hugnalig gomul føroysk hús, sum í dag eru karmar um Gøtu Forminnisavn. Talan er um Blásastovu, har vitjandi fáa høvið at síggja forminni, hoyra frásagnir og heilsa uppá føroyskt ross.

Tað er Lítla, sum saman við eigara sínum Irdi Petersen, arbeiðir í Blásastovu. Lítla er fyrimyndarliga væl egnað til arbeiðið; hon er rólig, blíð og tolin. Eginleikar í eyðkenna føroyska rossið og, sum bergtekur vitjandi.

Danskir politikkarar, og borgarstjórin í Eysturkommunu, vóru herfyri og vitjaðu í Blásastovu. Tey fingu høvið at heilsa uppá Lítlu, sum var blíð og týð, og ríkaði um teirra upplivilsi.

Tað er sera hugaligt, tá føroysku rossini gleða og ríka um fyri onnur. Vit eru stolt av okkara føroyska rossaslagi, og vilja fegin varðveita og menna um stovnin, so fleiri kunnu uppliva hetta serstaka rossaslag.

Vit eru Irdi Petersen, og Blásastovu, sera takksom fyri teirra íkast til tann føroyska rossastovnin.

Danskir politikkarar á vitjan í Blásastovu. Sept. 2019.

Danskir politikkarar á vitjan í Blásastovu. Sept. 2019.

Lítla, saman við Irdi Petersen, til arbeiðis í Blásastovu. Myndin er frá apríl 2019.