Felagið Føroysk Ross

View Original

Nýggj barnabók um føroyska rossið

Í heyst kom ein nýggj barnabók á føroyska marknaðin. Ein góð og gevandi bók um føroyska rossið. Bókin er partur av krabbarøðini hjá Bókadeild Føroya Lærarafelags og Námi.

Inni á Bókaklubbin.fo ber til at lesa eftirfylgjandi um krappabøkurnar:

“Nám og Bókadeild Føroya Lærarafelags geva krabbabøkurnar út í felag. Endamálið við krabbabókunum er:

  1. at stimbra lesingina hjá barninum, sum er í ferð við at læra at lesa

  2. at stimbra lesingina hjá barninum, sum nýliga hevur lært at lesa

  3. at stimbra lesingina hjá barninum, sum hevur ilt við at lesa

  4. at kveikja lesihugin hjá barninum, sum ikki tímir so væl at lesa”

Inni á Krabbabøkur á facebook ber til at lesa um bókina:

“Føroyska rossið er forkunnug bók um serliga rossaslagið, sum bara finst í Føroyum, og hevur verið her í meiri enn túsund ár. Men fyri ikki so langari tíð síðan mundi tað doyð út. Í hesi bókini kanst tú lesa serligu søguna um tað. Føroyska rossið er eitt tað mest hótta dýraslagið, sum er til, og tað er eitt av teimum heilt fáu upprunarossasløgunum, sum eru eftir í heiminum. Tað er Beinta Johannessen, sum hevur skrivað; Cécile Zahorka hevur tikið sera flottu myndirnar. Bókin er krossfiskur í fjórða torleikastigi”.

Bókin fæst til keyps í bókahandlum, og tað ber eisini til at keypa hana umvegis netið:


Í samband við útgávuna av bókini var ein bókafamløga í Norðurlandahúsinum, og eisini varð prát um varðveiting av náttúru og djórasløgum har Maria frá NordGen, Jens Ivan frá Búnaðarstovuni og Jóna frá Felagnum Føroysk Ross luttóku. Tiltakið eydnaðist sera væl.

Eftir tiltakið legði Bjørt Samuelsen myndir frá tiltakinum út á sín facebook vanga, og skrivaði: “Í dag kom bókin “Føroyska Rossið” út. Færri enn 100 føroysk ross eru til, og enn er framtíðin óviss. Føroyar hava skyldu sambært ST-sáttmálanum um lívfrøðiligt margfeldi, at verja henda stovn. Upplýsandi kjak um føroyska rossið í NLH í dag, har tvær ryssur og eitt fyl gingu á beiti uttanfyri. Ognaði mær bókina, sum Beinta Johannessen hevur skrivað og kalendaran, sum Felagið Føroysk Ross gevur út. Bæði við ótrúliga flottum myndum hjá Cécile Zahorka. Felagið streingir á myndugleikarnar at gera meira fyri at bjarga rossinum - sí meira á ffr.fo”.


Nón: Bók skal varpa ljós á føroyska rossið

25-10-2021

“Føroyska rossið er sera hótt, og tí er neyðugt at birta áhugan fyri serstaka rossaslagnum, heldur rithøvundurin.

Søgan um føroyska rossið er sera áhugaverd og spennandi, tí føroyska rossið er eitt serstakt rossaslag, sum bert livir í Føroyum, og er eisini eitt av fáu upprunarossasløgunum í heiminum. Men ongin serstøk bók er skrivað um føroyska rossið, og tí er tørvur á, at hendan søgan verður fortald. Tað sigur Beinta Johannesen, sum hevur skrivað nýggju bókina "Føroyska rossið", sum varð løgd fram í Norðurlandahúsinum sunnudagin.

Vónandi fer nýggja bókin at varpa ljós á og birta áhuga fyri føroyska rossinum, og týdningin av, at tað verður varðveitt. Tí tað eru undir 100 føroysk ross eftir, og tí er føroyska rossið eisini eitt tað mest hótta dýraslagið í heiminum, sigur Beinta. 

Tað vónar Jóna Ólavsdóttir, forkvinna í Felagnum føroysk ross, eisini. Felagið hevur síðani tað bleiv sett á stovn, arbeitt við varðveita føroyska rossið, men føroyski marknaðurin fyri at hava eitt føroyskt ross er mettaður. Tí er einasta loysnin fyri at varðveita og vaksa um stovnin at fáa loyvi at útflyta ross, heldur felagið.

Hetta krevur tó eina lóg um útflyting av húsdýrum, sum ikki finst. Jóna Ólavsdóttir vónar tí, politikararnir fara at taka støðuna í størri álvara, og smíðja eina slíka lóg so skjótt sum til ber.

Á bókaframløguni í Norðurlandahúsinum var eisini eitt prát um føroysk ross og varðveiting av náttúru og djóralívi, sum millum annað Maria Kjetså frá NordGen og Jens Ivan í Gerðinum frá Búnaðarstovuni luttóki í. 

Lurtið eftir samrøðuni við Beintu Johannesen rithøvunda, Jóna Ólavsdóttir úr Felagnum Føroysk Ross, Maria Kjetså frá NordGen og Jens Ivan í Gerðinum frá Búnaðarstovuni”.