40 ára føðingardagur
Felagið Føroysk Ross 40 ár
Fyrsti aðalfundur felagsins var tann 1 apríl 1978, og tískil eru tað 40 ár liðin, síðan Felagið Føroysk Ross varð stovna.
Føðingardagurin varð hátíðarhildin á Búnaðarstovuni 15 juli, har ymiskt var at uppliva, bæði fyri stór og smá. Har var køka, drýlur, føroyskur viðskeri, møguleiki at síggja føroysk húsdjór, heilsa uppá føroysk ross, síggja gomul føroysk amboð, og fá sær góð prát. Dagurin varð stak væl eydnaður, við nógvum fólki, sum komu forbí.
Í samband við føðingardagin, og tiltakið á Búnaðarstovuni, hevði felagið eisini fingið íslenskar kynbótadómarar heim, at taka mát av føroyskum rossum. Teir vóru í Føroyum 11 - 16 juli, og tóku mát av fleiri føroyskum rossum. Eisini hetta var ein partur av føðingardegnum tann 15 juli.
Við takksemi fyri tað farna, gleðir Felagið seg til tað arbeiði, sum liggur fyri framman.